Home Fólk & Samfelag Jan Günther heiðraður

Jan Günther heiðraður

by OML

Havnar Judofelag heldur 45 ára dag í dag. Í hesum sambandi var lítil hátíðarløta í Eysturskúlanum í morgun, har nakrar føðingardagskappingar skuldu avgreiðast. Formaðurin Jan Günther visti av ongum, at Havnar Judofelag vildi gera nakað serligt burturúr degnum við at heiðra hann. Felagið hevði m.a. biðið borgarstjórin, sum er gamal judoíðkari, at siga nøkur orð, áðrenn føðingardagskappingin byrjaði.

– Einki er at siga til, at vilji er til at markera slíkar dagar, tí tað er ikki minst eldsálunum í tykkara felag fyri at takka, at judo yvirhøvur er til sum ítróttargrein her á landi. Vit hava sæð skiftandi feløg – bæði í Klaksvík, Vágum, Vági og Kollafirði, og síðani 2011 er eitt komið á Skálafjørðinum – men tað eru tvey, ið hava hingið í øll árini. Annað er Havnar Judofelag, sum nú fyllir 45, og hitt er Sunda Judofelag, sum – eins og Judosamband Føroya – hevur 35 ár á baki, segði Heðin Mortensen.

– Nú nevndi eg eldsálir, og tá slepst ikki undan at hugsa um tey, sum sjálvboðið og ósjálvsøkið gera eitt stórt arbeiði – dag eftir dag og ár eftir ár. Vit kenna tey øll – hesi fólkini, sum ofra sína tíð, fyri at geva børnum og ungum bestu møguleikar at gera tað, tey eru so glað fyri og vilja gera. Var tað ikki fyri hesi fólkini, sum vit eiga at virða so ómetaliga høgt, bar ikki til at hava alt tað, sum er í gongd av ítrótti, frítíðararbeiði og øðrum.

– Hjá tykkum í Havnar Judofelag er tað serliga ein maður, ið hevur verið við frá byrjan, og næstan øll hesi mongu árini hevur brúkt nógvar túsundtals tímar her. Hvørt mánakvøld og hvørt mikukvøld allan veturin á tamb kemur hann at leggja mátturnar út, so børn og ung í Havnar Judofelag kunnu fáa vant. Og nú tit um eina løtu fara í holt við hesa føðingardagskappingina, fer hansara partur heldur ikki at liggja eftir.

– Hann leggur lag á og kemur við góðum ráðum, og bæði børn, ung og foreldur eru honum sera takksom fyri tað stóra arbeiði, hann ger og hevur gjørt. Hann er venjari, dómari, fyriskipari og alt tað, sum brúk er fyri í eini knappari vend, fyri at tingini skulu rigga og lív skal verða hesum felag lagað.

– Umframt alt tað praktiska í sambandi við venjing og kapping, hevur hann eisini verið drúgvur í nevnd og leiðslu í felagnum. Tað eru slík fólk, sum eru sjálvur hjartaslátturin í felagnum, og tað er teimum fyri at takka, at vit yvirhøvur kunnu standa her í dag. Ein slíkur innsatsur krevur so sanniliga eitt stórt offur, men tað hugsa slíkar eldsálir sjáldan um, tí hjartað bankar fyri sakini og hetta er í teirra verð sjálvsagt arbeiði.

– Bæði í Havnar Judofelag og Judosambandi Føroya hevur tú, Jan Günther, verið ein drívmegi av teimum sjáldsama stóru, og tað eigur tú stóra tøkk fyri. Hetta eru eisini bæði børnini, tey ungu, foreldrini og mong onnur við, tær sera takksom fyri, og tað eigur tú eisini at verða heiðraður fyri.

– Fyri okkum øll – ikki minst hesar spentu og ungu judo-íðkararnar – ert tú ein stór fyrimynd og ein sannur undangongumaður. Tú ert altíð sjálvur til reiðar, tá tað kemur til at heiðra onnur, men nú er tað tín túrur, tí tú hevur sanniliga uppiborið eina viðurkenning fyri tín lívlanga innsats fyri judo.

– Eg nevndi at byrja við, at tað eru hesar eldsálirnar, sum sjálvboðið og ósjálvsøkið gera eitt stórt arbeiði – dag eftir dag og ár eftir ár. Nú eru vit í dag í Eysturskúlanum, ið húsar tykkara virksemi, men sum tit vita, so verður nú av álvara arbeitt við at betra um tykkara umstøður. Her hugsi eg um dupulthøllina, ið skal gerast á Hálsi, har vit millum annað eisini hava lagt upp fyri, at judo langt um leingi fær síni egnu høli.

– Okkara vón er, at nýggju umstøðurnar, ið fara at koma har, koma at kveikja og gagna, so judo – eins væl og aðrar ítróttargreinar – kann vaksa og trívast í framtíðini.

– At avgerðir verða tiknar um slíkar útbyggingar, er ikki minst teimum fyri at takka, ið – hóast ringar umstøður – so trúfast hava hildið á við sínum góða arbeiði. Tú ert ein av hesum stóru eldsálunum, Jan Günther, og tí vil eg vegna Tórshavnar kommunu og okkum øll, sum eru her, veita tær eitt lítið herðaklapp á leiðini, segði borgarstjórin, áðrenn hann handaði heiðursbræv sum viðurkenning fyri stórt arbeiði fyri børn og ung í Havnar Judofelag ígjøgnum øll hesi mongu árini.


Kelda og myndir: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.