Home Vinnutíðindi Heildarveiðan

Heildarveiðan

by OML

Omanfyri helvtin fiskað á føroyskum øki. Hetta er nakað meira enn tað, sum fiskað varð fyrst í 1990’unum. Størsti parturin av tí, sum fiska varð, áleið 428 túsund tons, er tað vit kalla uppsjóvarfiskur. Um 90 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2006, tá fiskað vóru 623 túsund tons, av hesum var 436 túsund tons uppsjóvarfiskur. Tað er fiskiskapurin eftir svartkjafti, sum er minkaður nógv árini 2008-12, men er nøgdin av svartkjafti aftur vaksin  seinastu 2 árini.

Størsta útflutningsvøran

Fiskur er okkara mest týðandi útflutningsvøra. Fiskavørur hava seinastu árini talt um 90-95% av øllum vøruútflutninginum. Útflutningurin av fiskavørum í 2014 var góðar 6,1 milliardir krónur. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2012 um 75% av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur um 10% í 2013.

Nógv arbeiðsvirksemi

Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemið er. Løntakaratølini vísa, at í 2014 vóru tað um 1.519 fólk ella um 6% av løntakarunum í fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin er minni enn í 1990, tá tey vóru um  2.900 og taldu góð 12% av løntakarunum.

Kelda:Hagstova Føroya Tilvildarlig savnsmynd 24.fo – Nótaskip

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.