Home Fólk & SamfelagPolitikkur Búðatrøð hevur stóran týdning

Búðatrøð hevur stóran týdning

by OML

Í samband við, at Dagtilhaldið Búðatrøð er flutt inn í nýggj høli, vóru nógv fólk á gólvinum í gjár, tá ið bjóðað var til opið hús.
Dagtilhaldið Búðatrøð er eitt tilboð til minnisveik fólk, sum eru heimabúgvandi í Norðoyggjum. Pláss er fyri 8-10 fólkum, og Dagtilhaldið Búðatrøð heldur til í niðastu hæddini í Heiminum við Vágna.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri nýtti høvið at ynskja starvsfólkunum á Búðatrøð til lukku við nýggju hølunum, og samstundis takkaði hann teimum fyri tað stóra arbeiðið, tey leggja fyri dagin, og sum er avgerandi fyri góðskuna í eldratænastuni.

-Eldraøkið í Norðoyggjum er í góðum hondum, serliga tí at starvsfólkini leggja so nógva góðsku og sál í tænastuna. Nú eru hølisvirðurskiftini fyri Búðatrøð munandi batnaði, og tað kann vera við til at tryggja, at hendan tænastan eisini framhaldandi verður góð, sigur borgarstjórin, sum eisini er stýrisformaður fyri eldrasamstarvið í Norðoyggjum, NBH.

Eitt gott ár er gingið, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, og í løtuni verður arbeitt við at innsavna vitan um tørvin og væntanirnar á eldraøkinum. Í røðu síni greiddi borgarstjórin frá, at endamálið við kanningararbeiðnum er at kunna innrætta eldratænastuna soleiðis, at samsvar verður ímillum tað sum brúkarar og avvarðandi vænta og so tað, sum tilboðini og starvsfólkini kunnu bjóða.

-Tað hevur avgerandi týdning, at vit kunnu tryggja øllum brúkarum nøktandi tilboð, sum hóska til júst teirra tørv. Tað krevur, at vit vita, heldur enn at gita, hvør hesin tørvurin er. Tá ið hendan vitanin er komin til hóldar eiga vit at innrætta tilboðini hereftir, soleiðis at vit kunnu nøkta tørvin hjá øllum brúkarunum. Hetta krevur fjølbroytni og hugflog í mun til tilboðini, og í so máta hevur Búðatrøð stóran týdning longu nú, sigur Jógvan Skorheim.

Umframt borgarstjóran, nýtti Marna E. Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu eisini høvið at siga nøkur orð

Kelda Klaksvik.fo 12-02-2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.