Home Fólk & Samfelag Betri trygd í tunlunum Norður um Fjall

Betri trygd í tunlunum Norður um Fjall

by OML

Arbeiðið at bøta um trygdina í tunlunum Norður um Fjall er nú um at koma undir land. Millum annað eru rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp í báðum tunlunum.  

Fyri at betra um trygdina setti Landsverk fyri nøkrum árum síðani út í kortið at fáa trygdarútbúnað, so sum rýmingarljós og eldsløkkjarar í Árnafjarðar- og Hvannasundstunlarnar.
Trygdarútbúnaðurin varð settur upp í Hvannasundstunlinum í 2013 og 2014, og nú lýsa rýmingarljósini eisini í Árnafjarðartunlinum, eins og eldsløkkjarar verða settir upp í komandi viku. Ljós eru nú fyri hvørjar 25 metrar. Somuleiðis eru ljóssteyrar eisini settir upp uttan fyri tunnilin.

Talan er ikki um ljós undir loftinum, sum í størru tunlunum, men ljós úti í síðunum. Hetta eru rýmingarljós, sum eru fest í tunnilsveggin og sum vísa veg, um bilurin steðgar upp, ella neyðugt er at finna út úr tunlinum.

Í 2011 varð útgerð til fartelefonsamband sett upp, so til ber at geva boð frá sær, um okkurt skuldi verið áfatt.

Sonevndir repeatarar, sum gera tað møguligt hjá sløkkiliðunum at nýta samskiftisútgerð í tunlinum, eru eisini partur av trygdarútbúnaðinum.
Harafturat er ein ferðslustýring ávegis, sum skal stýra ferðsluni, so stór akfør ikki møtast í tunlinum. Hendan útgerðin verður sett upp í vár.
Mynd LV

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.