Home Fólk & Samfelag 20 mió. kr. minni útgoldið í lønum í januar enn í desember

20 mió. kr. minni útgoldið í lønum í januar enn í desember

by OML

Árstíðarjavnaðu lønirnar í januar vóru 689 milliónir kr, og tað eru 20 milliónir minni enn í desember. Afturgongdin er 2,9%. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Bæði í november og desember vóru lønirnar góðar 700 milliónir. Men afturgongdin í januar vikar ikki ta undirliggjandi gongdina, sum trendurin vísir. Trendurin vísir framvegis ein trivaligan mánaðarligan vøkstur, eins og hann hevur gjørt seinastu tvey árini.

Í hagtalsgrunninum eru lønartølini útgreinað og dagførd.

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her:

Kelda: Hagstova Føroya » 10. februar 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.