“Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum”

Politikkur

0
971

Jógvan á Lakjuni løgtingsmaður setur frám munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Viðvíkjandi kringvarpslógini.

Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum við tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildumHevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða kringvarpslógina? Her verður serliga hugsað

Viðmerkingar

Nú í vár eru tíggju ár farin, síðan Útvarp og Sjónvarp vórðu løgd saman í ein stovn, Kring­varp Føroya, og vit fingu eina nýggja kringvarpslóg. Tá ið lógin varð gjørd, varð stórur dentur lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir, og táverandi Mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett inn í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir.

Endamálið við hesum var at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysk samfelagsviðurskifti verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt.

Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hin vegin. Longu í oktober 2008 var ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at “tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir” varð broytt til “tvær tíðindaredaktiónir”.

Sagt varð tá, at ætlanin var kortini at tryggja, at tíðindaredaktiónirnar skuldu virka óheftar av hvørji aðrari. Men hetta hevur tíverri ikki riggað væl.

Her er brúk fyri broytingum soleiðis, at Kringvarp Føroya fer at liva upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.

Á Løgtingi, 9. februar 2016

Jógvan á Lakjuni