Home Heim & Frítíð Nú sleppa vit undan Laksinum

Nú sleppa vit undan Laksinum

by OML

Atlantic Airways sigur nú at tey ikki ætla at veita kundun drykkivørur og mat ókeypis ella sum part av ferðaseðilinum.

Hetta er sera positivt og gott fyri kundan. Nú sleppa vit øll undan at fáa laks, hvørja ferð vit flúgva við AA.

At tað ikki verður servera vodka og øl tíðliga á morgni er ílagi. Um kundin skal rinda 10 ella 20 kr. fyri eina øl ella ein sjuss, so fara flestu føroyingar at rinda hetta.

Tað er positivt / jaligt, at ein sjálvur skal bíleggja mat vit AA. Vónandi fara tey at hava fleiri rættir at bjóða,  og tí gleði eg meg til at bíleggja heitan mat ella okkurt gott  – og sleppa undan hasum laksinum tey nú hava servera í eini 2 ár.  – Totalt talentleyst.

Tað eru ikki øll í elska at eta alilaks. So eg gleði meg til at keypa eina øl og fáa scrambled egg tá eg fari við AA. Alt tað besta, gott tiltak Jóhanna.

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Mynd 24.FO

 

24FO-logo-fokus

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.