Home Tíðindir Útróðrarbátarnir góðan dag í dag

Útróðrarbátarnir góðan dag í dag

by OML

Høgni Hansen stjóri á Fiskamarknaður Føroya sigur, at teir flestu útróðrarbátarnir høvdu ein góðan dag í dag og prísurin var góður.

BRANDUR hevði um 13.000 pund í dag og KALLANES góð 11.000, NORÐSØKIÐ góð 10.000 pund, LÍÐHAMAR um 9.000 pund og GUSTI hevði sløk 5.000 pund. Prísurin var um 20 kr kg.

 FMF.FO
KALLANES - ( KG 589 )
NFCS-KLAKSVíKAR
04-02-2016
04-02-2016
5.685
BJØRGVIN - ( KG 503 )
NFCS-KLAKSVíKAR
04-02-2016
04-02-2016
1.025
BRANDUR - ( KG 557 )
NFCS-HVANNASUNDS
04-02-2016
04-02-2016
6.370
LÍÐHAMAR - ( KG 602 )
NFCS-KLAKSVíKAR
04-02-2016
04-02-2016
4.410
GUSTI - ( FD 60 )
LEIRVÍKAR
04-02-2016
04-02-2016
2.410
NORÐSØKI - ( KG 538 )
NFCS-KLAKSVíKAR
04-02-2016
04-02-2016
5.161

 

Meting um tilfeingi viku 5

Línuskip:  Tað eru fleiri línuskip til fiskarí, men vit vantað ongan inn fyrr enn miðskeiðis ella síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og hýsu, men onkur hevur tó fingið nakað av longu og brosmu. Nøkur línuskip liggja inni, men vit vantað at tey fara út í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap.

Útróður:  Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt onkran dag, so tí vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, uttan ein sum fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð. Vit vantað at fleiri fara út í næstum.

Partrolarar:  Vit vantað at tvey pør landað mánadagin og so nøkur pør seinni í vikuni. Fiskaríið er framvegis smáligt. Hava fingið nakað av svartkalva og kongafisk í seinastuni.

Trolbátar: Tríggjir trolbátar eru til fiskarí. Allir fiska havtasku fyri tíðina. Helst landa teir fyrst í vikuni.

Garnaskip: Tveir fiska svartkalva og koma helst at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.