Altjóða góðkenning av yvirlitstrolingunum eftir makreli

0
545

Nýggj grein um yvirlitstrolingarnar eftir makreli, har Havstovan luttekur.

Í nýggjari grein um yvirlitstrolingarnar eftir makreli, ið eru gjørdar á sumri seinastu árini í Norðuratlantshavi, eru kanningarhátturin og úrslitini nú viðurkend í javnlíkametta tíðarritinum “ICES Journal of Marine Science”. Úrslitini verða nú brúkt í stovnsmetingunum av makreli í ICES høpi. Hóast kanningarúrslit hava veri tøk síðani 2010, er tað ikki fyrr enn í fjør, at tey eru vorðin regluligur partur av tilfarinum, ið liggur aftan fyri stovnsmetingarnar. Úrslitini frá yvirlitstrolingunum, rognkornsteljingar av makreli og merkiroyndir vestan fyri Írland, verða saman við veiðuni frá fiskiskapinum brúkt sum datagrundarlag, tá útrokningar av stovninum og útlit verða gjørd á árligu stovnsmetingunum síðst í august. Áðrenn hetta vóru rognkornsteljingar, ið einans verða gjørdar triðjahvørt ár, einasta tilfar í stovnsmetingunum av makreli umframt veiðutøl.

Greinin lýsir kanningarháttin og vísir stóru broytingarnar í útbreiðsluni av makreli síðani fyrstu kanningarnar í 2007. Eisini vísa úrslitini, at nøgdin av makreli er vaksin nógv seinastu árini. Í greinini er roynt at lýsa óvissuna í úrslitunum, og tað sær út til, at ávísir trupulleikar eru í metingunum av teimum ymsu árgangunum frá ári til annað. Hetta er tó bert galdandi fyri ávísar aldrar (5 og 6 ára gamlan fisk). Hetta hevur gjørt tað trupult at brúka allar aldrar í tilfarinum til stovnsmetingarnar higartil, tíanverri.

Føroyingar hava verið við í hesum kanningum síðani 2009 við leigaðum nótaskipum (Finni Fríða og Christiani í Grótinum). Kanningin er skipað sum ein yvirlitstroling, har tóvað verður fyri hvønn 60. fjórðing, ið siglt verður. Tíanverri er trupult at brúka ekkólodd til makrelkanningar, sum verður gjørt fyri hinar báðar uppsjóvarstovnarnar, sild og svartkjaft. Grundin er, at makrelur ikki hevur sundmaga, og tí sæst illa á vanligu ekkóloddunum, ið brúkt verða. Eitt serligt trol (Multpelt 832) varð gjørt til hesar kanningarnar, og í dag brúka øll skipini somu útgerð og fylgja somu mannagongdum, fyri at tryggja at úrslitini frá øllum skipunum kunnu samanberast.

Út á várið og summarið leitar meginparturin av makrelinum norðureftir og seinastu árini eisini vestureftir at finna sær føði, aftan á gýtingina suður í Biskaya-víkini og vestan fyri Írland. Hildið verður, at tann stóra broytingin í útbreiðslu hendi miðskeiðis í 2000’unum, kanska frá 2005 til 2007, tá makrelur varð fiskaður eystan fyri Ísland. Seinni kom makrelurin heilt vestur í Irmingerhavið, til Eysturgrønlands og eisini norður móti Svalbard.

 


Veiðuvísitøl (indeks, kg/km2) frá yvirlitstrolingunum eftir makreli síðani 2007 (undantikið árini 2008-2009).

Samandráttur (Abstract) kann lesast her.

Kelda & mynd: Havstovan