Home Vinnutíðindi Navnagáva hjá Faroe Agency

Navnagáva hjá Faroe Agency

by OML

I ódnarveðrinum á Bursatanga í dag seinnapartin fekk nýggi loðsbáturin hjá Faroe Angency navnið Anna.

Maria í Akrabyrgi beyð vælkomin og aftaná røddu Heðin Mortensen og Tórbjørn Jacobsen.

Heðin-Mari-sleipariHeðin Mortensen segði, at bara tvey ár eru síðan, at vit saman frøddust um at hittast til eina spennandi og øðrvísi móttøku, tá Árni Dam gav loðs- og sleipibátinum Mariu navn. Hugaligt at síggja, at Árni, sum var fyrsti stjóri í felagnum, aftur er við okkum í dag.

– Tað, at vit longu aftur nú standa her, ber boð um eitt virkið vinnulív í og við Tórshavnar havn, har nøkur tora og vilja taka nýggj stig at økja um virkismøguleikarnar.

– Nú so nógv kjak hevur verið um vantandi vakstrarmøguleikar, og kommunan kortini hevur spílað seg út við at fara undir eina útbygging av Tórshavnar havn, so er tað við stórari gleði, at vit síggja eitt virkið vinnulív, sum veksur um virkismøguleikarnar og samstundis bøtir um karmarnar hjá øðrum at økja sítt virksemi.

– Onnur frøast við okkum, tí tykkara virksemi er ikki avmarkað til høvuðsstaðin. Mong hava dagliga tørv á tykkara professionellu tænastum. Tí er neyðugt ikki bara at hanga í, men at vera frammanfyri sína tíð, tí skipini vaksa og fjølgast, og uppgávurnar fjøltáttast við tíðini.

– Nú fyrsta dagin eru 12 ár síðan, at Eimskip keypti Skipafelagið, og starvsfólk stovnaðu egið felag undir heitinum Faroe Agency. Í dag eru tit 9 fólk í starvi. Og eg skal í hesum sambandi ynskja tykkum hjartaliga tillukku við húsakeypinum, nú tit hava hava ognað tykkum stóra skrivstovubygningin úti við Strond 23.

– Neyðugt er at tryggja øllum Føroyum ein enn størri leiklut í framtíðar, støðugt vaksandi virkseminum í Norðuratlantshavi. Her verður úr at gera hjá framskygdum fólki sum tykkum, uttan mun til um vit tosa um fraktvinnu, framtíðar oljuvinnu ella eina skjótt vaksandi ferðavinnu.

– Um vit í Føroyum skulu varðveita tey fastbúgvandi og samstundis hála til okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi og árræði, so krevst ein støðug menning. Týdningarmiklast er tí at skapa karmar, so vinnulívið trívist og mennir seg, tí uttan arbeiðspláss er trupult at byggja nakra framtíð.

– Eg skilji, at nýggi báturin eisini er bygdur í Istanbul og er av sama slag sum loðs- og sleipibáturin Maria, men er um møguligt enn meira framkomin.

– Eg fari at runda av við býráðsins vegna at ynskja tykkum báðum Mariu í Akrabyrgi og Karl Erik Reynheim og øllum starvshópi tykkara hjartaliga tillukku og bestu eydnu við hesum spennandi átaki.

– Takk fyri, at ti enn einaferð vísa í verki, at tað ber til. Takk fyri at tit við hesum bøta um karmarnar fyri vinnulívinum í kommununi og øllum landinum.

– Gud signið nýggja og stásiliga farið, blíðan byr og takk fyri, segði Heðin Mortensen at enda.

keld:torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.