24.FO
Home Vinnutíðindi Jan Højgaard heldur fram

Jan Højgaard heldur fram

Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag næstu trý árini. Hann vann sannførandi á Sniálvi Røvilsberg. Formaðurin væntar trý strævin ár, nú stórar broytingar í fiskivinnuni eru fyri framman.

 

Símun Absalonsen og Andrias BerglíðSímun Absalonsen, løggildur grannskoðari hjá Numo, vinstrumegin, handar Andriasi Berglíð, øðrum næstformanni í Føroya Fiskimannafelag, brævbjálvan við valúrslitinum. Andrias Berglíð ringdi síðani fyrst til Sniálv Røvilsberg umborð á Sandshavinum, áðrenn hann kunnaði Jan Højgaard um afturvalið. Tað er siðvenja í Fiskimannafelagnum, at næstformaðurin boðar frá úrslitinum, tá formansval er, men av tí, at Sámal Poulsen, næstformaður, eisini er til skips, mátti hansara næstimaður traðka til.

Jan 4 more yearsJan Højgaard fegnast um valsigurin og væntar sær eitt strævið, men spennandi formansskeið, nú øll fiskivinnan stendur frammanfyri kollveltandi broytingum, samstundis sum týðandi sáttmálaspurningar eisini skulu loysast.

 

Jan Højgaard setir í morgin hol á sítt fjórða formansskeið í Føroya Fiskimannafelag.

Tað er greitt, eftir at grannskoðanarvirkið Numo á middegi var liðugt við at telja atkvøðurnar á formansvalinum.

Tilsamans 423 atkvøður komu inn, og vann Jan Højgaard greitt á mótkandidatinum Sniálvi Røvilsberg. Jan Højgaard fekk 354 atkvøður svarandi til 84 prosent, og Sniálvur Røvilsberg fekk 60 atkvøður svarandi til 14 prosent. Tvey prosent av atkvøðunum vóru annaðhvørt blankar ella ógildugar – átta ógildugar og ein blonk.

Vallutøkan var lág, 24 prosent, tí ikki færri ennn 1785 atkvøðuseðlar vóru sendir út, tó at tað bert eru umleið 1000 limir í Fiskimannafelagnum. Hini, sum fingu atkvøðuseðil, eru maskinmenn og stýrimenn. At teir sleppa at atkvøða er ein leivd frá tíðini, tá Føroya Fiskimannafelag umsat frítíðarlønina hjá teimum. Tann skipanin fór tó úr gildi í 2013.

 

Nógv at tríva í
Jan Højgaard fegnast um sigurin, men væntar tó ikki, at tað verða góðar stundir at leggja seg afturá og bara njóta hann.

“Nei, tað er vist, at tað er nóg mikið at tríva í, tí fleiri mál leika á í løtuni. Tað ger tað næstan altíð, men eg vænti, at formansskeiðið hesaferð verður bæði strævið og spennandi. Sáttmálasamráðingar verða sjálvandi, men øll fiskivinnan stendur eisini frammanfyri einari kollvelting, nú øll loyvini ganga út um sløk tvey ár, og arbeitt verður við at gera eina heilt nýggja skipan”.

“Vit eru ikki bodnir við í arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmæli til nýggja fiskivinnuskipan, men vit eru umboðaðir í einum atknýttum hoyringsbólki, og fiskimálaráðharrin sjálvur hevur eisini givið okkum lyfti um, at hann er garantur fyri, at okkara áhugamál verða tikin við í arbeiðið. Eg og nevndin í Fiskimannafelagnum fara sjálvandi at fylgja væl við og eisini blanda okkum í kjakið”, sigur nýafturvaldi formaðurin.

 

Reiðarar eiga tilfeingisgjald
Hann leggur serliga dent á, at nýskipanin eisini skal staðfesta, at tilfeingisgjøld, sama hvussu tey verða skrúvað saman, eru gjøld til reiðaríini fyri teirra framíhjárættindi at fiska.

“Vit skulu ikki vera við til at rinda hesi gjøld. Tað lá í kortunum, at vit skuldu sleppa undan teimum nú, men fiskimálaráðharrin dróg í land aftur vegna trýst frá reiðarunum. Vit vilja sleppa undan tilfeingisgjaldinum í stundini, men 1. januar 2018 er í øllum førum slætt borð, og tá er so absolutt ongin politisk undanførsla fyri at loyva reiðarunum at senda okkum rokningar, sum teir av røttum eiga. Tað er eitt absolutt krav frá Fiskimannafelagnum”, sigur Jan Højgaard.

 

Endurskoða sáttmálan
Í formansskeiðnum, sum byrjar í morgin 1. februar, ætlar hann eisini at brúka orku upp á at fáa minstulønina upp, og eitt annað arbeiði, sum hann væntar fer at fylla rættiliga nógv næstu tíðina, er ein endurskoðan av øllum sáttmálabygnaðinum.

Undir seinastu samráðingunum við Føroya Reiðarafelag um sáttmálan fyri fiskiflotan, samdust partarnir um at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við hesum.

“Bólkurin er ikki settur enn, men tað má gerast nú og arbeiðið setast í gongd. Hetta hevur ikki minni skund, nú ein fiskivinnunýskipan er á trappuni. Eisini í endurskoðanini av sáttmálabygnaðinum er tað ein týðandi táttur fyri okkum at fáa soldað rakstrarútreiðslur hjá reiðaríunum burtur úr manningarhýrunum. Tilfeingisgjaldið er eitt gjald, sum fer av óbýttum, hóast vit hava mótmælt og ongantíð góðtikið tað, men nógvar aðrar rakstrarútreiðslur eru loyvdir frádráttir – tað vil siga, at tær við verandi sáttmála kunnu trekkjast av óbýttum”, greiðir Jan Højgaard frá.

 

Siðiligt valstríð
Jan Højgaard hevur vunnið øll síni val í kapping við aðrar. Hesaferð var tað í kapping við Sniálv Røvilsberg, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag.
“Tað er gott fyri demokratiið, eisini í einum fakfelag, at kapping er um sessirnar. Eg vil fegin takka Sniálvi Røvilsberg fyri at hava ført eitt siðiligt og virðiligt valstríð og ynski honum alt tað besta, nú hann væntandi heldur fram við sínum virkna sjólívi”, sigur Jan Højgaard.

 

 

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer