Home Tíðindir Beinta Dalbø leiðari fyri barna og ungdómsdeildina

Beinta Dalbø leiðari fyri barna og ungdómsdeildina

by OML

Tórshavnar kommuna hevur sett Beintu Dalbø í starv sum leiðari fyri barna- og ungdómsdeildina. Hon hevur síðan 1. oktober 2015 verður settur deildarleiðari í sambandi við, at Ruth Vang tók sæti í løgtinginum og fór úr starvinum.

Beinta Dalbø er 46 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur og master í sosialpedagogikki. Beinta hevur drúgvar royndir sum leiðari á dagstovninum Lítliskógur, og hevur síðan 2014 verið í starvi sum málsviðgeri á barna- og ungdómsdeildini. Hon er harumframt tilnevnd barnasakkøn í Høvuðsbarnaverndarnevndini.

Barna- og ungdómsdeildin hevur við støði í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt um hendi kommunalu barnaansingina, herundir frítíðarskúlar og ungdóms- og virkishús. Talan er um yvir 40 stovnar við umleið 2.300 børnum og umleið 520 starvsfólkum. Týðandi partur av virksemisøkinum er eisini at veita námsfrøðilig tilboð og ráðgeving til børn við serligum avbjóðingum. Samlaða bruttojáttanin til økið á fíggjarætlanini 2016 er umleið kr. 190 mió.

Beinta Dalbø tekur formliga við deildarleiðarastarvinum 1. februar 2016.

kelda torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.