So samdust vit sigur Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum.


Semjan byggir á ein karm á umleið 4,15% yvir tvey ár umframt eina broyting í starvslærarasamsýningini. Lønirnar hækka við 2% frá 1.oktober 2015 og við 1,88% frá 1. oktober 2016.

Fyri Pedagogfelagið inniheldur semjan nakrar avtalur, ið vit meta hava stóran týdning fyri framtíðina. Serliga avtalan um, at ein arbeiðsbólkur skal setast at viðgera eina almenna lønartalvu og lønarlagið á almenna arbeiðsmarknaðinum sum heild. Hetta var eitt av ynskjunum, felagið hevði frammi til løgtingsvalið 2015.

Felagið hevur eisini lyft tey lægst løntu hjálparfólkini, sum hereftir ganga stigini 2-7 í staðin fyri stig 1-7, umframt at øll fastlønt nú eiga rættindi til eftirløn.

Námsfrøðingar, sum arbeiða hjá kommununum, hava eisini fingið eitt endastig afturat, soleiðis, at stigini nú vera tey somu, fyri námsfrøðingarnir, hjá bæði landi og kommunum.

Aftur fyri hetta er so ein gomul áseting í sáttmálnum um viðbót fyri børn við serligum tørvi, slept.

Aðrar broytingar eru eisini í sáttmálanum, umframt at nakrar aðrar avtalur eru gjørdar, eitt nú ein avtala undir heitinum “Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi”.

Les semjuna í fullari longd her

kelda & mynd:pedagogfelag.fo