Home Tíðindir 1. jan. 2016 lækkar kommunu¬skatturin í Klaksvík við 1,25 %

1. jan. 2016 lækkar kommunu¬skatturin í Klaksvík við 1,25 %

by OML

Við støði í hækkandi inntøkunum hjá kommununi, og nú útrokningar fyriliggja fyri, hvussu stórar rakstrarsparingar sjóvarhitaskipanin fer at geva í komandi árum, hava vit í býráðsmeirilutanum seinastu tíðina fyrireikað hesa skattalækking á 1,25%, sum kemur í gildi 1. januar 2016.

Tað er avgerandi neyðugt at vita heldur enn at gita, áðrenn ein tekur avgerðir um skattaprosent, og tí hevur meirilutin í Klaksvíkar býráð seinastu mánaðirnar arbeitt miðvíst við at lýsa møguleikarnar fyri lækking av skattaprosentinum í Klaksvíkar kommunu.

Eftir hetta drúgva fyrireikingararbeiði eru vit íbýráðsmeirilutanum komin til ta niðurstøðu, at tað í verandi støðu fyriliggur eitt trygd grundarlag fyri at lækka skattaprosentið við 1,25 %, sum vit hava tikið avgerð um at seta í gildi frá og við 1. januar 2016.

Avgerðin er grundað á tvær høvuðsorsøkir:

Vaksandi skattainntøkur í Klaksvík
Seinastu árini hava vit kunna staðfest alsamt vaksandi skattainntøkur, og tí hava røddir í býráðnum verið frammi um at lækka kommunuskattaprosentið.

Vit í býráðsmeirilutanum hava tó hildið fast um, at ongar óumhugsaðar avgerðir skulu takast um so týðandi viðurskifti, samstundis sum stórar og kostnaðarmiklar íløgur verða framdar í kommununi so sum tann stóra og týdningarmikla skúlabyggingin.

Greið tekin hava verið um hækkandi inntøkur, men umráðandi er, at hesar verða staðfestar, áðrenn avgerðir um munandi.

Kelda:klaksvik.fo  – mynd 24.fo

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.