Aliumsitingin flytir til Havnar

0
853

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um at flyta aliumsitingina úr Vági til Havnar. Høvuðsorsøkin til hesa broyting er, at staðsetingin í Vági ber í sær nógv eyka samskifti og harvið eyka arbeiði í mun til, at umsitingin liggur í Havn.

Leiðslan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur tikið avgerð um, at aliumsitingin, sum hevur ligið í Vági síðani 2010, í komandi ári flytir til Havnar.

At umstingin verður flutt til høvuðsstaðin skal síggjast í ljósinum av, at hetta fer at skapa munandi betri grundarlag fyri fakligum og umsitingarligum samvirkanarárini, ið fer at effektivisera myndugleikavirksemið við føroysku aliumstingini.

– Í høvuðsstaðnum hava øll, ið hava beinleiðis myndugleikasamband við alivinnuna sín arbeiðsstað. Eitt nú Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, landsdjóralæknin, eftirlitsfólk- og embætisdjóralænar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eins og undirritaði sum leiðari fyri stovnin, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Starvsfólkinum á aliumsitingini stendur í boði at halda fram í starvinum, eftir at umsitingin verður flutt úr Vági á høvuðsskrivstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á Smyrilsvegi 7 í Havn.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur kunnað avvarðandi landsstýrismann, Poul Michelsen, um ætlaðu flytingina.

Ætlanin er at fremja flytinginia 1. februar 2016.

Vinarliga

Bárður Enni, stjóri

 

Tilvildarlig mynd: aling savnsmynd 24.fo