Home Heim & Frítíð Norðurjól – Stórt ókeypis jólatiltak

Norðurjól – Stórt ókeypis jólatiltak

by OML

Leygardagin 19. Desember kl.10.00 fer stóra jólatiltakið Norðurjól av bakkastokki. Tiltakið er ókeypis, og skráin fyri dagin er fjølbroytt.

Klaksvíkar Kommuna og Norðoya Kunningarstova bjóða øllum vælkomnum til ársins jólahugna, Norðurjól 2015, ið verður á Biskupsstøðtorginum tann 19. desember frá kl. 10.00 til 17.00.

– Norðurjól er ætlað sum eitt jólatiltak fyri øll, har børn og vaksin kunnu hugna sær við jólaligum ítrivum og stemningi, sigur Elsa Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hon vísir á, at tiltakið er ókeypis, og at nógvir ymiskir aktørar í Klaksvík eru við til Norðurjól. – Eitt nú skipar Treysti fyri nissurenning, og kór úr Betesda og KFUM koma at framføra, so hetta er eitt savnandi tiltak fyri øll, sum hava hug, sigur Elsa.

Skráin fevnir bæði um livandi tónleikaframførslur og felagssang ígjøgnum allan dagin, umframt forkunnug og kreativ innsløg. Eitt nú skipar Klaksvíkar Bókasavn fyri kreativum verkstaði og hugnaligari jólasøgu til børnini, umframt at møguleiki verður fyri at royna vælumtóktu Myndaboksina í jólaligum líki.

Sølutjøld verða sett upp á økinum við suppu, brendum mandlum og kleynum, ið verða kókaðar á staðnum, og harumframt verða spennandi sølubásar við øllum frá jóladekorationum til føroyskt framleiddar designaravørur.

Í samband við tiltakið verður ikki koyrandi eftir einum parti av Biskupsstøðgøtu – nærri kunning um hetta finnist umvegis leinkjuna niðanfyri.
Ferðslan til Norðurjól

Klaksvik.fo – 17-12-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.