Home Tíðindir Skulu krevja sítt egna upp- og avskipingargjald

Skulu krevja sítt egna upp- og avskipingargjald

by OML

Borgarstjórarnir í Vági og á Eiði hava báðir róð framundir, at teir fegnir vilja hava eitt ávíst gjald frá Tórshavnar havn. Teir vilja hava gjald fyri fisk, sum Tórshavnar havn avskipar, tí fiskurin er uppskipaður í teirra kommunum.

Heðin-Marknagil-300x199Sagt verður, at Tórshavnar havn fer við øllum vørugjaldinum á fiski, tí ein stórur partur av fiskinum verður avskipaður í bingjum úr Tórshavn. Hetta halda borgarstjórarnir ikki kann vera rætt, tí tær havninar, har fiskurin verður landaður ella virkaður, skulu eisini hava part av vørugjaldinum.

– Tað var soleiðis, at undan 1995 var vørugjaldið fyri avskipaðan fisk býtt millum avskipingarhavnina og havnina, har fiskurin varð landaður. Hetta var sera trupult at umsita og skipanin varð tí broytt.

– Gjaldið varð býtt í tvey, avskipingarhavnin stóð fyri at innheinta gjaldið av tí, sum bleiv avskipað, og havninar, har fiskurin varð landaður, stóð fyri at innheinta gjaldið, har sum fiskurin bleiv landaður.

– Reglurnar, sum blivu gjørdar í 1995 vórðu lýstar við kunngerð. Í 2000 bleiv kunngerðin um vørugjald avtikin, og kommunurnar skuldu tá sjálvar áseta gjøldini.

– At tað nú verður róð uppundir, at gjaldið fyri avskiping enn einaferð skal deilast í tvey, hongur ikki heilt saman. Tí at bæði í Vági og á Eiði hava tey allan rætt at áseta eitt gjald fyri fisk, sum verður landaður ella virkaður á staðnum.

– Tað er ein løgin tankagongd, at tað ikki skal bera til at taka fyri tann fiskin, sum verður landaður/virkaður á staðnum, men heldur at vilja hava burtur av frá øðrum havnum, sum avskipa fiskin.

– Tey mugu ikki gloyma, at tað kostar at útbyggja havnir. Ongin býður sær at gjalda havnaútbyggingar fyri okkum. Tí er tað, at bæði havninar, har fiskur verður avskipaður, og havninar, har fiskur verður landaður, skulu hava eitt gjald. Men hvør havnin sær skal innheinta “sítt” egna gjald, og ikki krevja tað frá øðrum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í viðmerking.

Kelda:torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.