Home Tíðindir Stórur vøkstur í lønargjaldingum

Stórur vøkstur í lønargjaldingum

by OML

Í november vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 704 mió. kr. Hetta er triðji mánaðin á rað, at lønirnar eru vaksnar yvir 2,5% í mun til mánaðin fyri. Frá august 2014 til august 2015 hava lønirnar sveiggjað um 650 milliónir um mánaðin, men seinastu tveir mánaðirnar hava lønirnar lyft seg upp um 700 milliónir um mánaðin. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni » 09. desember 2015

6% meira útgoldið í lønum higartil í ár
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru útgoldnar 7.236 milliónir kr. í lønum, tað eru 412 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 6%.

Stóri vøksturin í ár er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni eru 164 milliónir meira útgoldnar higartil í ár. Meginparturin av vøkstrinum stavar frá, at hýrurnar í 2015 hava verið væl betri enn árið frammanundan.

Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd, higartil í ár eru 8,5% meira útgoldið. Tænastuvinnurnar hava meira hóvliga framgongd, men ein vøkstur millum 3,6% og 3,9% er eisini ein trivaligur vøkstur.

Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at tað framvegis eru hýrurnar, sum hava størsta vøksturin. Higartil í ár eru hýrurnar 823 milliónir, tað er ein framgongd uppá 136 milliónir, svarandi til ein vøkstur á umleið 20%. Av samlaða lønarvøkstrinum eiga hýrurnar ein triðing av vøkstrinum.

Av øðrum vinnugreinum er vert at leggja til merkis, at byggivinnan hevur higartil í ár goldið út 475 milliónir í lønum, tað er 46 fleiri enn síðsta ár, og framgongdin er um 11%.

Hinvegin hava ali- og kryvjivirki saman við fiskavøruídnaðinum eina lítla framgongd. Vinnugreinarnar báðar hava higartil í ár útgoldið ávíkavist 259 og 319 milliónir, felags fyri báðar er, at tað eru um 10 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er millum 3 og 4%.

Yvir 100 milliónir í hýrum í november
Hýrurnar fyrra hálvár vóru munandi hægri enn sama tíðarskeið árið fyri, men í seinna hálvári var meira javnt. Hetta varð tó broytt í november, tá hýrurnar vóru yvir 100 milliónir kr., ein triðing hægri enn í november í fjør. Stóra framgongdin í vár táttaði í 25%, men sum árið leið, tódnaði hetta niður í 18%. Nú november vísir stóran vøkstur, sær út til at ársins vøkstur fer at tátta í 20%, t.v.s. at hýrurnar í ár eru ein fimting størri enn í fjør.

Stóri vøksturin í hýrunum fer til mannfólkið
Av samlaðu lønunum fara 60% til mannfólkið, meðan kvinnurnar fáa 40%. Higartil í ár hevur vøksturin tilsamans verið 412 milliónir. Mannfólkið fær væl meira í sín part enn kvinnurnar, tí av vøkstirnum fóru 302 milliónir til menninar, meðan kvinnurnar fingu 110. Orsøkin til at menninir fara við mesta partinum av vøkstrinum er, at framgongdin í løtuni er í vinnugreinum, har mannfólkið er í stórum meiriluta, tað er fiskiskapur, bygging o.t.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Dagførdu og útgreinaðu hagtølini um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.