Home Tíðindir Brúk er fyri øllum pørtum í byggivinnuni

Brúk er fyri øllum pørtum í byggivinnuni

by OML

Sum skilst, dámar Rágevarafelagið ikki at fáa atfinningar. Felagið fer eftir Landsverki fyri ikki at røkja sín leiklut sum almennur byggiharri. Leikluturin hjá Landsverki er at vera professionellur innkeypari innan byggivinnuna, meðan ráðgevararnir hava sum uppgávu at veita vøruna. Tað vil siga at gera prosjekt og kostnaðarætlan. Her er tað, at trupulleikar oftani stinga seg upp.

Í einum tíðindaskrivi sunnudagin finst Ráðgevarafelagið at Landsverki fyri at hava verið alment frammi og víst á, at ov nógvir feilir og manglar eru í tí prosjekteringstilfari, sum verður latið stovninum sum almennum byggiharra.
Ráðgevarafelagið vil vera við, at privatar og kommunalar verkætlanir ganga betri, enn verkætlanir undir landinum, har Landsverk er byggiharri. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Uttan at nevna nakra ítøkiliga verkætlan, munnu flest øll vita, at tað finnast bæði privatar og kommunalar verkætlanir, sum ikki hava hildið tíðarætlanina og eru farnar væl upp um ásetta byggikostnaðin.
Ráðgevarafelagið nevnir Skúladepilin við Marknagil sum dømi um, at bæði fíggjarkarmur og tíðarætlanir hava eru veruleikafjarar, sum felagið tekur til.
Her gloymir Ráðgevarafelagið at gera vart við, at fíggjarkarmurin lá púra fastur, og tað vóru sostatt ráðgevararnir sjálvir, ið gjørdu av, hvat kundi fáast fyri byggiupphæddina, og ikki øvugt. Tískil ber ikki til at leggja ábyrgdina fyri óhepnu gongdina yvir á byggiharran. Landsverk tekur sjálvandi fulla ábyrgd fyri okkara egna leikluti í teimum verkætlanum, vit varða av, bæði tá gongur við og ímóti. Hinvegin eru fleiri partar í eini verkætlan, har øll mugu taka ábyrgdina fyri sínum øki.
Fíggjarligu karmarnir skulu sjálvandi speglast aftur í ambitiónsstøðinum í teimum prosjektum, sum ráðgevararnir lata úr hondum. At tey oftani ikki gera tað, er ein av høvuðsorsøkunum til, at játtanirnar eru torførar at halda.
Vísandi til uppáhaldið, at Landsverk ikki røkir sín leiklut sum byggiharri, er so seint sum í apríl afturvíst í eini kanning av stovninum, har Vinnuhúsið hevði eitt av fýra umboðum í einum kanningarbólki, sum hevur kannað virksemið hjá stovninum. Kanningin vísir, at byggiharraleikluturin ikki er dýrkandi, sum annars róð varð framundir, og at minni var eftir til prosjektering hjá ráðgevaravinnuni. Tvørturímóti varð beinleiðis mælt til at umhugsa at víðka um byggiharraleiklutin hjá Landsverki.
Allir partar í byggivinnuni hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tí er av alstórum týdningi, at samstarvið gongur væl. Øll eiga at tola at skifta orð um teir veikleikar, sum stinga seg upp, og taka ábyrgd av teimum. Tí fer Landsverk í næstum at kalla inn til fundar, har partarnir fáa møguleika fyri at umrøða, hvussu tær stóru avbjóðingarnar í byggivinnuni kunnu loysast. Við hesum vónar Landsverk, at partarnir finna fram til ein samstarvsleist, ið tænir øllum pørtum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.