Home Heim & Frítíð Jól á skoytubreytini

Jól á skoytubreytini

by OML

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2015/16. Vælumtókta skoytubreytin er fyri aðru ferð í fyrrverandi kommunuskúlagarðinum í Tróndargøtu.

Á skoytubreytini er tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps.
Í fjør vóru um 10.000 vitjandi.
Skoytubreytin letur upp 28. november 2015.
Skoytubreytin letur aftur 31. januar 2016.

Skoytubreytin er opin soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag 14 – 22

Leygardag 10 – 22

Sunnudag 14 – 22

“Jólaaftan og nýggjarásaftan er opið kl. 10-14. Fyrsta jóladag og nýggjársdag er stongt. 2. jóladag er opið sum sunnudag.”

Stovnar kunnu eisini leiga breytina
Skúlar, barnagarðar, stovnar og fyritøkur annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 9 – 14

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.