17.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í november í ár, og tað er 21 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum tilsamans, sammett við januar-november 2014.

November hilnaðist væl hjá Atlantic Airways. 17.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá flogfelagnum

í farna mánaði, og tað er ein vøkstur á 21 prosent, sammett við sama mánað í fjør.

Góða gongdin í ferðafólkatalinum hevur sostatt hildið á alt árið. Tíðarskeiðið januar til november í ár flugu tilsamans 250.700 ferðafólk á rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum, og tað er 13 prosent meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 221.800 ferðandi flugu við Atlantic Airways.

Stundvísið við fráferðir –  t.e. seinking minni enn 15 minuttir – var 87 prosentum av øllum fráferðum.

Tíðarskeiðið frá januar til november 2015 varð flogið rættstundis í 85 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 3 prosentstig betri, sammett við sama tíðarskeið í 2014.

Vinaliga

Atlantic Airways