Eftir at hava mett um vegleiðandi boð velur BankNordik at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum, og tað gevur møguleika fyri at gjalda eitt serligt vinningsbýti á upp til 200 mió. kr. í 2016.

BankNordik boðaði tann 23. september í ár frá, at bankin var farin undir eina sølutilgongd viðvíkjandi danska vinnukundavirkseminum. Við støði í vegleiðandi boðunum, ið eru komin, hevur bankin í staðin valt at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum, av tí at hetta verður mett at vera ein búskaparliga betri loysn enn ein søla.

BankNordik varðveitir væntanirnar til úrslitið fyri 2015 áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt á 200-220 mió. kr., og ársins niðurskrivingar á útlánum fara væntandi ikki upp um 20 mió. kr. netto. Bankin hevur ársins fyrstu níggju mánaðir roknað niðurskrivingar á 9 mió. kr. netto uppí.

Bankin væntar, at meginparturin av danska vinnukundavirkseminum verður avtikin í ár og í fyrru helvt av 2016, og hetta fer at geva møguleika fyri at gjalda eitt serligt vinningsbýti á upp til 200 mió. kr.

Afturat hesum serliga vinningsbýtinum væntar bankin, sum áður fráboðað, at tá ið treytaða sølan av tryggingarfelagnum Vørði er gjøgnumførd, fer at bera til at gjalda vinningsbýti á í minsta lagi 100 mió. kr.

BankNordik stendur fast við fráboðaðu strategisku ætlanirnar fyri privatkundaøkið í Danmark. Av tí at KT-kervi bankans kann gagnnýtast tvørtur um landamørk, og av tí at BankNordik er størsti útbjóðari í Føroyum og hevur 20% av marknaðinum í Grønlandi umframt skjótt vaksandi marknaðarpart í Danmark, er BankNordik ein sera áhugaverdur aktørur á hesum marknaðum.

Á vinnuøkinum fer bankin, sum áður fráboðað, framhaldandi at menna sín serkunnleika í Norðuratlantshavi, serliga í Grønlandi og Føroyum. Her er møguleiki fyri til fulnar at gagnnýta fyrimunir við samstarvi og serkunnleika um ymiskar vinnur og samfelagsviðurskifti.

Í sambandi við tillaging av setanartreytunum hjá samtaksleiðsluni eru nevndin og John Rajani, stjóri, vorðin ósamd. Tí hevur nevndin tikið avgerð um at siga upp samstarvið. Starvið verður ikki sett aftur. Árni Ellefsen, forstjóri, fer í fyrstu syftu at taka við uppgávunum hjá John Rajani viðvíkjandi føroyska og grønlendska vinnukundavirkseminum, og Rune Nørregaard, kredittstjóri, fer fyribils at røkja uppgávurnar viðvíkjandi skaða- og lívstrygging.

Kelda: BankNordik 23-11-2015 mynd 24.fo