Home Fólk & Samfelag Broytt verkætlan hækkar prísin á umvæling av ellisheimi

Broytt verkætlan hækkar prísin á umvæling av ellisheimi

by OML

AFTURSVAR: Eftir at borgarstjórin í Sørvágs kommunu í útvarpinum mikudagin skjýtur Landsverki í skógvarnar at hava gjørt eina kostnaðarmeting av umvælingini av Ellisheiminum á Sýnini í Miðvági, sum er heilt við síðuna av, er neyðugt at koma við eini rættleiðing, tí hetta er ikki rætt.

 
Sune Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at kostnaðarmetingin hjá Landsverki er 10 mió. krónur lægri, enn kostnaðarmetingin hjá kommununum vísir. Hetta er bæði misvísandi og villeiðandi, tí kostnaðarmetingin hjá Landsverki byggir á eina munandi minni umvæling enn hana, kommunurnar í Vágum leggja upp til. Sostatt er talan um tvær ymiskar verkætlanir fyri umvæling.
Í verkætlanini hjá Landsverki varð lagt upp til at seta bygningin í upprunaligan stand. Tað merkir at skifta útsíðurnar, og annars umvæla bygningin innan. Haraftrat at gera nakað fyri at betra um luftskiftið í bygninginum.
Núverandi verkætlan fevnir um tað sama, sum verkætlanaruppskotið hjá Landsverki, men harumframt at dagføra bygningin innan við bæði at umskipa rúm og til dømis útskifta alla elskipanina. Hetta átti Sune Jacobsen sjálvandi at havt upplýst í samrøðu síni við útvarpið á middegi mikudagin.
Tó skal sigast, at Landsverk kennir ikki útboðið hjá kommununum niður í smálutir, men kann bert staðfesta, at talan er um tvey rættiliga ymisk arbeiði, sum ikki uttan víðari kunnu samanberast.
Við hesum vónar Landsverk, at misskiljingin um umvælingina av Ellisheiminum á Sýnini í Vágum er beind av vegnum.
lv.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.