Risastóra alifyritøkan Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja nýggja smoltstøð í Klaksvík. Forkvinnan í Havna- og Vinnunevndini fegnast um vinnuverkætlanina, sum verður hin størsta í Klaksvík nakrantíð.

Sum liður í ætlanini um burðardygga aling, hevur Bakkafrost ynski um at byggja eina stóra nýggja smoltstøð norðuri á Strond í Klaksvíkar kommunu. – Hetta er ein risastór og ómetaliga spennandi verkætlan fyri kommununa, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu.

Nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrost skal vera nógvar túsund fermetrar til støddar, og hetta krevur gott og rúmligt lendi. Hon skal liggja passaliga nærhendis sjógv, bæði so at brunnskipið kann taka smolt beinleiðis umborð, og so at sjógvur kann brúkast til køling. Harafturat skal smoltstøðin liggja meira enn ein kilometur frá sjóaliøki og hóskandi nøgd av feskvatni skal vera tøkt. – Ídnaðarøkið norðuri á Strond kann lúka øll hesi krøv, og hetta hevur givið Bakkafrost hug at gera hesa risastóru íløguna her norðuri, sigur Óluva Klettskarð, sum fegnast um tað vinnuvirksemið, sum verkætlanin kann føra við sær. – Seinastu árini hava vit havt stóran vinnuframburð í Klaksvík, og hendan verkætlanin er enn eitt dømi um, at vinnan trívist her norðuri, sigur Óluva Klettskarð.

Ætlanin hjá Bakkafrost er at byggja nýggju smoltstøðina norðuri á Strond, og forkvinnan í Havna- og Vinnunevndini leggur dent á, at verkætlanin skal lúka umhvørvisligar treytir, og at lendið rundanum bygningin eisini skal fríðkast, soleiðis at sárið í lendinum verður hampað.

Harumframt er Óluva Klettskarð sannførd um, at nýggja smoltstøðin fer at seta ferð á restina av ídnaðinum í kommununi. -Sum kommuna hava vit tørv á altíð at hava øki og bygningar tøkar til vinnulívið, og tí fara vit nú eisini sum skjótast at seta ferð á vinnuøkið við Borðoyavík, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu.

Kelda: klaksvik.fo 05-11-2015