At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur.

0
705

Søgan um sjófólk okkara er eisini søgan um hin einstaka og húskið hansara ella hennara. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni á Vinnuháskúlanum seinnapartin undir minningarhaldinum teirra sjólátnu.

-At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur. Vit eiga ongan at missa, og hvørja ferð vit missa á sjógvi, á landi ella í luftini, missa vit ein ov mikið. Sorgin um hin einstaka er sorg í fjøldini, og sorg í fjøldini er sorg hins einstaka, vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað á.

Røða løgmans kann lesast her

 

undefined

Vinnuháskúlin hýsti aftur í ár einum minningarhaldi allahalgannadag

undefined

Løgmaður legði krans við minnisvarðan í Viðarlundini.

Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin

Kelda: Løgmansskrivstovan