Í september minkaði árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið niður í 2,7%, eftir at tað hevur ligið javnt um 3% síðani apríl. Hjá monnum er arbeiðsloysið minkað úr 2,3 niður í 2,1%, og hjá kvinnum úr 3,7 niður í 3,4%.

Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 804 fólkum í august til 736 í september. Tað eru 68 færri. Samanborið við september í fjør eru tað 247 færri.


Skrásett, fulltíðarroknað og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys. Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast).

Myndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðani 2008, tá tað er lægst, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum, umroknað til fulltíð og so árstíðarjavnað.

 

Munur í arbeiðsloysi millum kyn og aldursbólkar
Arbeiðsloysið er vanliga nakað størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Býtt eftir aldri er tað oftast størst hjá teim elstu, men at tað kann vera meira skiftandi millum aldursbólkarnar, sæst í talvuni og á myndini niðanfyri, har arbeiðsloysið í september 2015 er býtt á aldur og kyn.

Bæði hjá monnum og kvinnum er arbeiðsloysið hægst í unga aldursbólkinum 25-34 ár. Samanlagt er lægsta arbeiðsloysið í eldra aldursbólkinum 45-54 ár.

Lága arbeiðsloysið hjá teim yngstu 16-24 ára gomlum kann hava fleiri orsøkir. Ein kann vera, at í hesum aldursbólki eru lutfalsliga fleiri, ið hvørki eru skrásett í ALS- ella Almannastovuskipanini fyri arbeiðsleys, m.a. tí tey ikki hava eins fast tilknýti til arbeiðsmarknaðinum sum tey eldru.

 

At arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum er heldur vanligt, sum sæst á myndini niðanfyri. Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið var skjótt veksandi eftir fíggjarkreppuna 2008-09. Tá arbeiðsloysi aftur fer at minka á vári 2011, minkar tað skjótari hjá monnum, so at munurin hevur verið javnt stórur 4-5 tey síðstu árini, eins og hann var fyri 10 árum síðani.

Ójavnt arbeiðsloysi í sýslunum

Lutfalsliga er minsta arbeiðsloysið í Sandoyar sýslu við 1,8%, og har er minsti munur millum menn og kvinnur.  Hægst er arbeiðsloysi í Suðuroy við 5,1% hjá kvinnum og 4,0% hjá monnum . Størsti munur millum kynini í arbeiðsloysi er í Vága sýslu, har tað er 1,1% hjá monnum og 3,9% hjá kvinnum.


Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Hagstova Føroya » 27. oktober 2015

Viðmerking Talvurnar mangla frá Hagstovuni hetta verður nokk rætta skjótt. 24.FO