Landsstýriskvinnan á vitjan í Klaksvík

0
725

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum vitjaði í dag Klaksvíkar kommunu, har hon var á fundi við Jógvan Skorheim, borgarstjóra og avvarðandi umboð fyri umsitingina í Klaksvíkar kommunu.

Á fundinum varð landsstýriskvinnan kunnað um gongdina á eldraøkinum, sum fyri stuttum er lagt út til kommunurnar at umsita. Í Klaksvíkar kommunu hevur yvirtøkan gingið væl higartil, og landsstýriskvinnan vísti stóran áhuga fyri eldraøkinum í Klaksvík.

– Tað hevur stóran týdning fyri meg at koma út til kommununar og práta við tey, tí vit hava nógv felags áhugamál ímillum almannaráðið og kommununa, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita frá ársbyrjan í ár, og hetta hevur økt um virksemi og ábyrgdina hjá kommununum. Skipanin er framvegis somikið nýggj, at avvarðandi myndugleikar javnan umrøða gongdina fyri at tilpassa skipanina sum best. Tí hevur samstarvið við almannamálaráðið stóran týdning í arbeiðnum við eldraøkinum í Klaksvíkar kommunu.

– Tað er sera jaligt, at landsstýriskvinnan vitjar í Klaksvík her tíðliga í valsetuni, tí hetta leggur lunnar undir eitt gott og gevandi samstarv komandi árini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Landsstýriskvinnan er longu væl kunnað um arbeiðið í Klaksvíkar kommunu. Eyðgunn Samuelsen hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð í nógv ár, og hon hevur drúgvar royndir bæði við kommunal- og landspolitikki.

Landsstýriskvinnan vitjar longu aftur í Klaksvík í komandi mánaða, tá ið hon fer at lata upp nýggju íbúðirnar við Mylnutún. Hetta verður 19. november.

23-10-2015