Eftir mína útsøgn um, at borgartsjórar antin mugu velja borgarstjórastarvið ella løgtingsstarvið, hava fleiri givið sítt íkast til kjakið. Tað er altíð gott at fáa vent øllum tættum, tá eitt slíkt mál verður tikið upp til viðgerðar.

Tó er kjakið farið av sporinum í summum føri, har onkur hevur misskilt ella misskilt við vilja, at eg ikki ynski, at borgarstjórar kunnu stilla upp til løgtingsvalið.  Hetta er púra skeivt, tí sum eg fleiri ferðir nevndi í Dagur og Viku, so hava borgarstjórar sín fulla fólkaræðisliga rætt at stilla upp, og tað kann ongin taka frá teimum. Tað er í síðsta enda veljarin, sum avger, hvør verður valdur/vald og hvør ikki.

Somuleiðis haldi eg eisini, at tað er gott, at so nógv virkisfús valevni, sum hesir borgarstjórar eru, hava bjóðað seg fram, og  eg ynski teimum góða eydnu við valinum. Tað, sum eg tó ikki haldi er rætt er, at um somu valevni verða vald á ting, at tey eisini røkja borgarstjórasessin. Tað ber ikki til at tæna tveimum Harrum.  Eg vænti tó ikki, at um ein av hesum borgarstjórum verður valdur, at hansara hjarta brennur minnið fyri sínum lokala øki, hóast hann ella hon ikki beinleiðis er borgarstjóri. Tað er ongin loyna, at orøkin til eg taki hetta málið upp nú er, at tað eru so óvanliga nógvir borgarstjórar, sum hava boðað frá, at teir stilla upp. Eg vil bara ávara ímóti, at vit fáa eitt Løgting sum bert er eitt víðkað kommunustýri, har allir borgarstjórarnir sita. Tað vildi verið eitt bakkast fyri okkara stýrisskipan og býtið millum tað útinnandi valdið, tað lóggevandi valdið og kommunustýrini.

Havi altíð havt hesa áskoðan

Onkur hevur kallað hetta  populistiskt, at eg havi givið mina meining til kennar nú. Fyri tað fyrsta vildi tað verið heilt løgið um ein ráðharri við ábyrgd fyri kommunumálum og kommunustýrislógini ikki hevði eina meining um hesi viðurskifti. Eg havi altíð hildið, at tað er rætt at halda tingini atskild. Tá eg varð vald á ting í 2008, sat eg sum vanligur býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Hóast eg teir fyrstu mánaðirnar sat í andstøðu í bæði Tórshavnar  Býráð og  Løgtinginum, valdi eg at siga býráðssessin frá mær, tí eg metti tað ikki vera rætt at sita á báðum støðum, tí áhugamálini kunnu kollidera. So Annita á Fríðriksmørk og onnur, sum hava verið atfinningarsom móti mínum útsøgnum, nýtast ikki at missa svøvnin av, at eg ætli mær eitt nú at sita í tveimum sessum, skuldi eg verði so heppin at vunnið bæði ein fólkatingssess og ein løgtingsess.

Fleiri stórmál løgd til kommunurnar at umsita

Eg sigi ikki, at allir vanligir býráðslimir skulu ganga í mínum fótasporum, men tá tað kemur til borgarstjórastarvið er talan um eitt nógv meiri alvorligt mál. Borgarstjórin er fyri tað fyrsta fyristingarligi leiðarin av kommununi. Fyri tað fyrsta seta borgarar størri krøv í dag til eina fyristing, har faklig dygd og trygd er í hásæti. Fyri tað næsta eru fleiri stórmál løgd út til kommunurnar at umsita eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið og barnaverdin. Hetta eru grundleggjandi vælferðartænastur, sum eiga at krevja fulla orku hjá einum borgarstjóra. Verður mett, at hetta ikki er nóg mikið at fylla dagin hjá einum borgarstjóra, so er kanska rætta løtan komin til, at vit taka kjakið upp aftur um at leggja kommurnar saman í størri eindir.

Ein annar tættur, sum eisini er tikin upp er, hvørt tað skal vera loyvt løgtingslimum at hava hálvtíðarstarv við síðuna av løgtingsstarvinum.  Hetta málið fari eg at lata løgtinginum at  avgera, tí hetta eru viðurskifti, sum eru nágreinaði  í lógini um løn løgtingsmanna og i stýrisskipanarlógini, og liggur sostatt uttanfyri mítt málsræði.

 Annika Olsen