Home Fólk & Samfelag Ikki frýtt skúlaval.

Ikki frýtt skúlaval.

by OML

Klaga um at Eysturkommuna hevur sýtt fyri at rinda fyri skúlagongd í Runavíkar kommunu
Tíðindaskriv frá LUM 20-12-2018

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Eysturkommuna sýtti fyri at rinda skúlagongdina hjá einum næmingi, sum fór í 8. flokk í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2017/18. Umboðsmaðurin vísti á, at sambært fólkaskúlalógini er ikki frítt skúlaval, og foreldur kunnu ikki krevja, at heimstaðarkommuna rindar fyri skúlagongdina hjá næmingi, sum velur at fara í skúla í aðrari kommunu, sum eingin avtala er við.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til avgerðina hjá Eysturkommunu at sýta fyri at lata skúlagjaldið fylgja næminginum í aðra kommunu, sum í høvuðsheitum var sama skúlatilboð, sum Eysturkommuna bjóðaði skúlanæmingum í Fuglafjarðar skúla. Av tí, at umboðsmaðurin ikki helt, at skúlatilboðið í Runavíkar kommunu kundi samanberast við skúlatilboðið í fótbóltsflokkinum í Tórshavnar kommunu, hevði umboðsmaðurin ikki grundarlag fyri at siga, at Eysturkommuna gjørdi mun á næmingum. (LUM 18/00062)

Skrivið kann lesast herReadSpeaker

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.