Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2019

0
50


Føroyar og Grønland hava tann 4 decembur skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019.

Kleda:fisk.fo

Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, og londini eru samd um at halda fram við góða samstarvinum.

Vísindaliga tilmælið er, at toskakvotan í Eysturgrønlandi eigur at lækka í mun til 2018, og eisini er semja millum strandarlondini um at lækka svartkjaftakvotuna fyri komandi ár. Hetta merkti samráðingarnar á tann hátt, at kvoturnar av hesum fiskasløgum vórðu stillaðar nakað niðureftir.

Føroyskum skipum verður loyvt at fiska tilsamans 1.325 tons av toski og 475 tons av brosmu í grønlendskum sjógvi. Talan er um eina lækking á 100 tons av toski í mun til 2018. Kvotan av svartkalva verður óbroytt 325 tons. Føroyar varðveita eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons.

Føroyska svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður verandi 100 tons eins og í 2018.

Grønlendska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi lækkar við 2.500 tonsum niður í 13.500 tons. Grønland fær harumframt, eins og í 2018, atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru góð 6.200 tons í 2019, sum eru 1.320 tons minni enn í 2018. Grønlendskum skipum verður harumframt loyvt at fiska 3.200 tons av norðhavssild; her er talan um eina hækking á 700 tons í mun til 2018.

Tað vóru grønlendski samráðingarleiðarin, Emanuel Rosing, og føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, sum skrivaðu undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2019.

Samráðingarnar fóru fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Tíðindabræv