Í innslagnum í Degi og Viku í kvøld, bleiv sagt av Kringvarpinum, at tunlarnir Norð um Fjall skuldu koma áðrenn Hvalbiartunnilin. Men tað havi eg ongantíð sagt!

Í samband við tann eina spurningin frá journalistinum, svaraði eg, at eins og við Hvalbiartunnlinum, so snýr málið viðvíkjandi tunlunum Norð um Fjall seg um at fáa eina trygga farðleið til øll tey, ið dagliga brúka hesar tunnlar.

Tí er tað ikki ein spurningur um at útseta Hvalbiartunniln. Tað snýr seg um at framskunda tunlarnar Norð um Fjall, og fáa eina semju millum allar flokkar um eina loysn, ið er haldbar. Tað læt seg gera við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, tað eigur eisini at lata seg gera við tunlunum Norð um Fjall.

Jógvan Skorheim

Formaður í Sjálvstýri