Home Tíðindir Góða úrslitið hjá BankNordik gagnar føroyskum húskjum 

Góða úrslitið hjá BankNordik gagnar føroyskum húskjum 

by OML

Fyrra hálvár royndist væl hjá BankNordik-samtakinum. Rakstrarúrslitið var 142 mió. kr., og tað er munandi betri enn sama tíðarskeið í fjør. Væntanirnar til ársúrslitið eru eisini betri enn áður fráboðað. Góða gongdin hevur við sær, at ávísar rentur lækka. Eitt nú verður tað bíligari hjá vanliga føroyinginum at fíggja bústaðin og bilin í BankNordik.

Áhaldandi nógva virksemið í føroyska samfelagnum, m.a. á bústaðarmarknaðinum, setur sín dám á roknskaparúrslitið fyri fyrra hálvár hjá BankNordik-samtakinum. ”Úrslitið vísir, at virksemið stendur seg væl, og tað eru vit eyðsæð væl nøgd við. Rentuinntøkurnar eru framvegis ein avbjóðing fyri okkum orsakað av lága rentustøðinum og hørðu kappingini. Tí er tað nøktandi bæði at kunna staðfesta ein lønsaman rakstur og hóvligan útlánsvøkstur,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Viðskiftafólk fáa ágóðan av rentulækkingum

BankNordik leggur seg støðugt eftir at veita viðskiftafólkunum tíðarhóskandi tænastur og kappingarførar prísir. Fyrr í ár varð nýggj heimasíða liðug, og nú hevur bankin eisini endurskoðað prísir og rentur. Tað inniber, at kostnaðir fyri einstakar fíggjartænastur verða tillagaðir. Samanumtikið er talan um sera kappingarførar broytingar, ið eru til fyrimuns fyri viðskiftafólk, ið hava fígging í BankNordik. 
Eitt nú verður vanliga sethúsalánsrentan lækkað úr 3,10% niður í 2,95%, og harumframt lækka ávísar aðrar rentur, t.d. billánsrentan. Rentubroytingarnar merkja, at eitt húski við 1,5 mió. kr. í sethúsaláni og 250.000 kr. í billáni, sparir  knappar 3.000 kr. árliga. Broytingarnar koma í gildi 1. september. 

”Vit leggja okkum altíð eftir at hava kappingarfør tilboð til viðskiftafólkini, og tí hava vit lækkað renturnar, har tað munar mest í pengapunginum hjá vanliga føroyinginum. Sum heild fylla lánsgjøld til bústaðin og bilin mest í mánaðarligu útreiðslunum hjá einum vanligum húski. Tí fara rentulækkingarnar at gagna meginpartinum av okkara viðskiftafólkum,” sigur Árni Ellefsen.

Metnógvar ognarsølur og vaksandi tryggingarinntøkur

Dótturfeløg bankans, Trygd og Skyn, havi eisini staðið seg væl í fyrra hálvári. Hóast kappingin er hørð, og úrslitið hjá Trygd er merkt av lutfalsliga stórum skaðum, er virksemið vaksandi og grundraksturin góður. Avlopið fyri skatt var 1 mió. kr. Skyn hevur enn einaferð tikið seg fram og selt met-  nógvar ognir. Fyrra hálvár eru um 150 ognir seldar samanborið við 90 sama tíðarskeið í fjør. Avlopið fyri skatt er góðar 2 mió. kr., og tað er sera nøktandi. 

Roknskapurin fyri fyrra hálvár 2018 í stuttum

·        Úrslitið fyri skatt var 207 mió. kr. samanborið við 112 mió. kr.  sama tíðarskeið í 2017.
·        Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 88 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
·        Niðurskrivingar av útlánum vórðu afturførdar fyri 54 mió. kr. samanborið við afturføringar fyri 5 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017.
·        Rakstrarúrslitið var 142 mió. kr. samanborið við 98 mió. kr sama tíðarskeið í fjør.
·        Útlán bankans hækkaðu úr 9,4 mia. kr. til 9,7 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2017. 
·        Innlán bankans lækkaðu úr 13,5 mia. kr. fyrra hálvár í 2017 til 13,1 mia. kr. 
·        Solvensurin hækkaði úr 17,9% í fyrra hálvári 2017 til 18,5%. 
·        Bankin væntar, at úrslitið fyri 2018 áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og skatt verður 160-200 mió. kr. (H1 2018: 88 mió. kr.).
·        Vónirnar til nettoúrslitið fyri árið eru betri enn upprunaliga væntað. Sostatt verður væntaða nettoúrslitið hækkað úr 175-225 mió. kr. til 190-240 mió. kr. (H1 2018:169 mió. kr.).

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.