Home Vinnutíðindi Nýtt podcast fortelur søgurnar hjá føroyskum íverksetum

Nýtt podcast fortelur søgurnar hjá føroyskum íverksetum

by OML

Ofta síggja vit at íverksetar koma frá degi til dags fram í almennu myndini við sínum avrikum. Men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri.

Nýggja Startup Podcastið fortelur hesa persónligu søguna.

Tað er Halgir Winther Nagata, sum hevur sett sær fyri at læra um íverksetan gjøgnum samrøður við royndar íverksetar.
Fyrsta samrøðan er við Andres Jacobsen, sum byrjaði sum heilt ungur at gera gysara filmar við grísa-hjørtum og medistarapylsu. Í dag rekur hann saman við vinmanninum Brian Samson Polar Films, har teir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum kring landið. Hetta vann teimum heiðurin sum Ársins Íverksetar í 2016.
Startup Podcastið finst á appunum Apple Podcast og Stitcher, og á heimasíðuni halgir.fo.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.