Home Fólk & SamfelagPolitikkur Føroyar á týðandi vegamóti við Javnaðarflokkinum á odda

Føroyar á týðandi vegamóti við Javnaðarflokkinum á odda

by OML

Javnaðarflokkurin hevur sett stór og glæsilig mál, sum skulu røkkast í samgonguskeiðnum.

Landsfundurin stuðlar samgonguni í tilgongdini til fiskivinnunýskipanina, og tekur undir við landsstýrinum, at neyðugt er við tillagingum, nú uppskotið hevur verið til hoyringar.

Tað er eitt stórt framstig, at undirtøka nú er fyri fleiri týðandi broytingum á fiskivinnuøkinum, eitt nú burðardyggari veiðu, at tilfeingið í mestan mun skal upp á land í Føroyum, at partur av tilfeinginum fer um uppboðssølu, og at flest øll nú kunnu góðtaka tilfeingisgjald, sum fyri fáum árum síðan var óhugsandi.

Landsfundurin fegnast um tey mongu týðandi úrslit, sum okkara flokkur hevur rokkið, síðan flokkurin tók við landsins leiðslu. Javnaðarflokkurin lovaði, at ríkidømið skal koma út í hvørt heim, og at føra ein politikk, sum skapar samhaldsfesti, framburð og fólkavøkstur.

Tað er stórt framstig, at skattalætti er latin til lág- og miðallønt, at barnafrádrátturin til smábarnafamiljur er hækkaður, at lesandi hava fingið hægri og betri lestrarstuðul, at familjuískoyti er sett í verk til forsyrgjarar í trongum korum, at kringvarpsgjaldið nú er rættvísari, at fleiri útbúgvingar eru settar á stovn, at mentanin verður raðfest, at barsilsfarloyvið er longt, at útbyggingar verða framdar innan heilsuverkið – alt samstundis, sum hallið á fíggjarlógini er vent til avlop.

Landsfundurin ynskir, at sitandi samgonga skal skriva søgu sum tann, ið framdi tær mongu týðandi nýskipanir, sum hava ligið á láni í mong Harrans ár, og sum laðaði varðar, ið veruliga muna í føroyska samfelagnum frameftir. Tí stuðlar landsfundurin av fullum huga nýskipanararbeiðinum, serliga innan fiskivinnuna, pensjónsøkið, heilsuverkið og orkuøkið.

Tað er eitt stórt javnaðarmál, sum nú verður rokkið, at samgongan hevur sett sær fyri at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi fyri 200 mió. kr. komandi fimm árini. Landsfundurin fegnast um, at farið er undir at bora fast samband til Eysturoynna og Sandoynna, og tekur fult undir við at seta tunnilstoymi at bora til fjarskotnar bygdir kring landið.

Tað er nú, at tøkini skulu takast, og landsfundurin heitir tí á ting- og landsstýrismanning um at vísa dirvi og hegni í hesum so avgerandi tíðum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.