Home Fólk & SamfelagPolitikkur Fiskivinnunýskipanin hjá Hoydal eisini ein vanlukka fyri Havnina

Fiskivinnunýskipanin hjá Hoydal eisini ein vanlukka fyri Havnina

by OML

Eisini Havnin fer at bløða, var greiða niðurstøðan á fjølmentum fundi hjá Havnar Framburðsfelag, sum var á Hotel Havn í gjárkvøldið.

Havnar Framburðsfelag skipaði í gjárkvøldið fyri fundi á Hotal Havn um fiskivinnuuppskotini, sum eru løgd fram.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum er lagt fram í Løgtinginum, og uppskotið hjá Høgna Hoydal hevur verið úti til hoyringar. Endamálið við fundinum var at lýsa innihaldið og munirnar í báðum uppskotunum.

Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard løgdu fram, og Anfinn Kalsberg hugleiddi. Dúgligt kjak var millum tey umleið 80 fólkini á fundinum.

– Framløgurnar hjá tingmonnunum vóru framúr og góvu fundarfólkinum innlit í allar lutir í báðum uppskotunum og lýstu væl, hvørjar avleiðingar ymsu lutirnir kunnu fáa, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Framburðsfelag.

– Millum fundarfólkið var niðurstøðan, at uppskotið hjá Høgna Hoydal kann gerast ein vanlukka fyri allar Føroyar, eisini Havnina, sigur hann og leggur afturat, at fundurin var samdur um, at fólkafloksuppskotið má í minsta lagi verða bulurin undir eini nýggjari skipan fyri høvuðsvinnu okkara, sigur Hans Joensen, formaður.

Havnar Framburðsfelag

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.