Alt lógarsmíð eigur at byggja á grundregluna “Leið meg ikki í freistingar” og har eigur fiskidagaskipan nógvar fyrimunir framum kvotuskipan.

Spurningurin, um vit skulu hava kvotaskipan ella fiskidagaskipan til okkara heimaflota, er aftur á breddanum.

Vit royndu kvotaskipan fyri heimaflotan frá 1994-1996. Tá var milt sagt kaos. Í 1996 kom Skipanarnevndin við Kjartan Hoydal á odda við uppskoti um fiskidagaskipan. Har vóru vinna og frøði saman um tilmælið.

Einasta grund til, at vit yvirhøvur hava fiskivinnupolitikk er, at mett er, at vit hava havt ov stóra veiðiorku. Ein kvotaskipan stýrir úrslitinum av fiskiskapinum, meðan dagaskipan stýrir veiðiorkuni.

Heimaflotin hevur blandingsfiskiskap, tvs fiskimaðurin er ikki harri yvir hvat kemur í trolið ella á húkin.

Kvotuskipan

Ein kvotaskipan kann leiða í freistingar. Vansi við kvotaskipan er, at fiskur verður kastaður út aftur, fiskasløg verða umdoypt og sonevndar black landings eru vælkend í okkara grannalondum. Hagtøl verða tí als ikki álítandi og hesi tøl skulu brúkast at áseta kvotur við, tá kann ikki annað enn ganga galið.

Hinvegin vil fiskiskapurin á papírinum altíð vera tað, sum roknað var út frammanundan. Hugsa vit um umsetiligheit, so er kvotaskipan betra amboðið hjá vinnuni, tí tá verða tons latin millum skip og hugsast skal ikki um støddina av skipinum.

Størsti veikleikin við kvotaskipan er, um kongstankin um uppboðssølu skal setast í verk. Tá toskurin er seldur, kunnu allir hinir fara heim, tí tað ber ikki til at fiska uttan at onkur toskur kemur á dekki. Umvent kann ein keypa sær upsakvotu og so ongan toskakvotu fáa. Tá er fiskiskapurin ómøguligur.

Fiskidagaskipan

Fiskidagaskipan hevur tað umráðandi grundreglu, at alt kemur til lands. Ógrundað er at kasta út, umdoypa fiskasløg og heldur ikki sonendar black landings koma fyri. Alt kemur til lands. Hagtølini verða álítandi og trygg grund at byggja forsøgnir á.

Størsti fyrimunurin við fiskidagaskipan er, at tað er náttúran, sum fær loyvið at stýra okkum, heldur enn at vit við kvotaskipan royna at stýra náttúruni. Við fiskidøgum vil flotin halda seg frá landgrunninum, um tað loysir seg betur á djúpum vatni, Íslandsrygginum ella td. keypa kvotur ella liggja sum innhandlingsskip í Grønlandi. Landgrunnurin verður tí spardur og fær frið, tá minni er til. Við kvotaskipan ræður um at fiska øll tonsini, meðan dagaskipan fær fiskimannin at fiska eftir virði.

Ófyrimunur er við dagaskipan, tá vit hugsa um umsetiligheit. Um fiskidagar skulu latast millum fiskifør, er sera ringt at tryggja veiðiorkuna, tí hon er so ymisk millum skip og bólkar. Somuleiðis verður tað sera avbjóðandi, um seljast skal á uppboðssølu. Sama avbjóðing er, um skip skulu skiftast út.

Niðurstøða

Ein skipan við náttúruni krevur, at hon er góðtikin av øllum í skipanini, at vit hava álítandi hagtøl í høgari góðsku og at vit fáa beinleiðis aftursvar frá náttúruni. Ikki minst eigur skipanin at byggja á grundregluna: “Leið meg ikki í freistingar”

Her hevur fiskidagasskipan sínar greiðu fyrimunir, meðan ilt er at síggja, at ein kvotuskipan megnar hetta í okkara blandingsfiskiskapi.

Jørgen Niclasen, tingmaður