24.FO
Home Heim & Frítíð Børnini á Barnaheiminum fáa betri bú- og viðgerðartilboð.

Børnini á Barnaheiminum fáa betri bú- og viðgerðartilboð.

Føroya Barnaheim er undir stórum trýsti, tí fleiri børn verða sett á stovn, og starvsfólkahópurin er ov lítil til at veita børnunum neyðuga umsorgan og viðgerð. Barnaheimið er normerað til 20 børn, men í løtuni búgva 25 børn á Barnaheiminum. Tí hevur landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017, valt at raðfesta virksemið á Føroya Barnaheimi komandi 2 árini. Í 2017 við 2,4 mió.kr.

“Sum landsstýriskvinna í almannamálum er tað mín skylda at syrgja fyri, at øll børn í Føroyum fáa ein virðiligan barndóm. Men mítt hjarta brennir serliga fyri teimum børnum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey mugu búgva á Barnaheiminum. Tí havi eg valt at fara undir eina tilgongd, sum skal tryggja umsorganarsviknum børnum betri bú- og viðgerðartilboð, sum eru neyðug fyri, at børnini fáa ein góðan barndóm og gevur børnunum møguleika fyri at fáa eina vaksnamannatilveru á jøvnum føti við aðrar føroyingar.”

Nýtt barnaheim verður bygt í 2018

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur eisini avgjørt at bøta um hølisviðurskiftini hjá børnum á Barnaheiminum. Verandi virksemið er spjatt út á fleiri hølir í høvuðsstaðnum. Nøkur børn búgva á Føroya Barnaheimi og onnur børn búgva í leigaðum húsum. Í ávísum førum er eisini neyðugt at leiga høli til einstaklingafyriskipanir kring landið. Almannaverkið, sum hevur virksemið um hendi, hevur í longri tíð víst á, at hølisviðurskiftini als ikki eru nøktandi fyri børnini, tí karmarnir geva ikki rúmd fyri at skipa eina nøktandi námsfrøðiliga viðgerð. Tí hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at nýtt Barnaheim skal byggjast og eru pengar settir av í 2018 og 2019 til endamálið.

 

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer