Tað hevur aldrin verið góður javnaðarpolitikkur, at tað skal loysa seg at arbeiða og at seta føtur undir egið borð.. Tað sóu vit fyri fýra árum síðani, tá Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, lækkaði inntøkumarkið niður í 10.000 kr. og lestrarstuðulin var skorin.

Tá borgarliga samgongan tók við fyri fýra árum síðani strongdi HUXA á, at broytingar skuldu gerast so tað loysti seg hjá lesandi at arbeiða. Tá varð botnfrádrátturin hækkaður upp í 65.000 og inntøkumarkið hækkað upp í 20.000.

Hóast gyltu lyftini frá samgonguni undan valinum, so ætlar samgongan nú at revsa tey lesandi.

Lesandi, ið arbeiða, verða nú revsaði við skatti og mótrokning í lestrarstudningi.

Botnfrádrátturin skal lækkast niður í 45.000, sum ger at nógv lesandi fara at rinda meir í skatti.

Harafturat verða lesandi, ið arbeiða við síðurnar av lesnaðinum mótroknaði í lestrarstudninginum.

HUXA vil við hesum mótmæla ætlaðu broytingarnar hjá samgonguni, um at lækka inntøkumarkið fyri hvat tey lesandi kunnu tjena, áðrenn tað verður mótroknað lestrarstuðlinum.

Samgongan lovaði millum annað, at skapa betri karmar til tey lesandi í Føroyum. Við nýggja uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum, versnar støðan hjá teimum lesandi munandi!

Hvussu skulu vit fáa ment lestrarstørv til tey lesandi, men samstundis forða teimum í at arbeiða?

Tað stendur á hjá vinnuni at fáa fólk at arbeiða, men við uppskotinum hjá samgonguni, fer at vera trupult at fáa ung lesandi til arbeiðis, tí inntøkan skal mótroknast lestrarstuðlinum.

Uppskotið rakar serliga tey lesandi hart, sum ikki hava møguleika at búgva heima, meðan tey lesa. Øll vita at bústaðarmøguleikarnir hjá teimum lesandi ikki eru av teimum bestu og kostnaðurin er høgur fyri leigubústaðir í Føroyum. Samgongan vil kanska, at tey ungu heldur skulu binda seg til lestrarlán, heldur enn at fara til arbeiðis?

Tingfólk fyri Javnaðarflokkin hava áður víst á, at lesandi, ið forvinna meir enn 10.000 kr. arbeiða ov nógv. Hevur Javnaðarflokkurin ikki álit á, at lesandi sjálvi kunnu samskipa samspælið millum lesnað og arbeiðið?

Skal samgongan lóggeva fyri hvussu nógv ungfólk sleppa at arbeiða?

Er tað veruliga so at samgongan ætlar at leggja band á persónliga frælsið hjá teimum lesandi?

Er sparingin á 1,5 mió kr., ið landið eftir øllum at døma sparir, ikki er at skjóta spurv við kanónum?

Spurningur er bert um tí, áðrenn Rigmor ger bragdinum hjá Helenu eftir, við at skerja lestrarstuðulin.

Hesin ørskapur má steðgast beinanvegin !

HUXA – Fólkafloksungdómur