Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Greið tala hjá Óli Samró

Greið tala hjá Óli Samró

by OML

Tað er hugaligt at lesa grein hjá Óli Samró á Portal.fo har hann sigur at bæði grannskoðarafelag og búskaparráðið er á skeivari leið tá tey samanbera eina kvotaskipan við fiskidagaskipan og hartil viðgera flakatrolara og uppisjóðarskip saman við botnfiskaveiðu. Hann sigur millum annað

“Tað er ein skeiv logisk tulking, at ein kvotaskipan hevði virkað betur við Føroyar enn ein innsatsskipan eins og fiskidagaskipan við grundarlag í úrslitum hjá flakatrolarum og uppsjóvarskipum á fjarleiðum. Her er eingin logiskur samanhangur.”

“Tað ber ikki til at konkludera, at fiskidagaskipanin ikki virkar við grundarlag í roknskapargreiningum.”

“Skip við vánaligum loyvum klára seg sum heild illa, meðan skipini við bestu loyvunum klára seg væl.” Óli Samró”

Óli Samró er búskaparfrøðingur og hevur í mong ár viðgjørt fiskivinnuspurningar.

Eg kann viðmerkja at fólk inna almennu umsiting haldi tað var EU sum metti at øll hagtøl í heiminum er farin av kós orsaka av kvotuskipanum. Samstundis arbeiðir EU nú við lógum sum  skulu forða fyri útblaking. Hugsa tær at tað verða tveitt fleiri 100.000 tons av føði aftur í havi orsaka av høpisleysum kvotuskipanum.

Fiskidagaskipanin heimsins besta

Í mun til hesar vitleysu skipanir er fiskidagaskipanin heimsins mest náttúruliga skipan. Taka vit útróður og línuveiðu so vita tey flestu at skip og bátar gevast at fiska um lítið er til tí tað er als ikki lønandi at fara út. Tí regulerar skipanin seg eisini sjálv eftir fiskiskapi og leiðum. Fyri veiðimannin er hetta eitt paradís tí hann kann taka alla føðina heim við sum hann fær, men fyri teknokratin er hetta ræðuligt tí hann ikki kann stýra og regulera sum hann ynskir.

Eisini er vert at hava í huga at teir skiparar og sjómenn eg havi tosa við eru allir á einum málið um at grunnarnir við Føroyar ikki bera tað sama sum grunnarnir kring okkum og tí er sera torført at sammeta fiskarí við Føroyar og Ísland og Noreg.

Roknskapargreiningar og flotin

Allir teir ið tosa um flotan og lønsemið gloyma at taka við og rokna uppá hvat ein nýbygningur kostar og hvat er lønsemið av hesum skipið. Tað ber ikki til at tosa um tilfeingisgjald og lønsemið tá ein einans hyggur eftir 30 til 50 ára gomlum fiskiskipum, sum akkurát hóra undan. Sjálvt við munandi lækkan av flotanum tosa men áhaldandi um skerjingar av flotanum. Sum ein skipari segði hesir ið vilja skerjing fyri einhvønn prís gevast ikki fyrr enn øll náttúrulig fiskiveiða er steðga.

Óli M. Lassen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.