Home VinnutíðindiFiskivinna Íslendingar hava valt hin góða lut

Íslendingar hava valt hin góða lut

by OML

Samstundis sum tað frættist, at eitt tað størsta uppisjóvarfelagið í Føroyum P/F Næraberg, sum varðar av Næraberg, Borgaranum og Norðingi hevur eitt yvirskot í 2017, sum bert svarar til tvey nýggj trol, so velja íslendingar at lækka teirra gjøld á teirra fiskiflota við einum fjórðingi.

Íslendingar hava sæð, at teirra veiðugjøld hava “skaðiliga ávirkan á fiskivinnuna og samfelagið sum heild”.

Vit skuldu valt sama lut í Føroyum og ikki lagt stein oman á byrði hjá okkara fiskivinnu.

Í staðin fyri at so gott sum tøma fiskivinnuna fyri kapitali, skuldi mann, eins og íslendingar, givið vinnuni rúm at virka.

Um landið blívur við at krevja so nógvan pening, verður tað skjótt at skipini ikki so frægt sum hava ráð at keypa sær nýggj trol.

Vegna Huxa,

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.