Home Tíðindir Broytingar skapa nýggj størv í Føroyum

Broytingar skapa nýggj størv í Føroyum

by OML

Í dag fremur BankNordik bygnaðarbroytingar, sum bera við sær, at uppgávur verða miðsavnaðar, og fleiri nýggj størv verða sett á stovn í Føroyum.

BankNordik hevur í eina tíð arbeitt við nýggjari strategi fyri privatkundaøkið, sum grundleggjandi snýr seg um, at bankin skal leggja alla orku í at skapa størst virði fyri kundar sínar í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Tillaga tænastuna eftir kundunum

Marknaðurin og tørvurin hjá kundunum er í støðugari broyting, og dagsins bygnaðarbroytingar skulu búgva bankan til framtíðina. Fleiri nýggj tiltøk eru ávegis, ið skulu gera tað enn betri og lættari at vera kundi í bankanum.

– Vit hava dugnalig og eldhugað starvsfólk við drúgvum royndum og høgum fakligum førleikum, sum hvønn dag veita kundum okkara eina dygdartænastu. Í framtíðini skulu vit kunna veita hesa tænastu uttan mun til tíð og stað. Við at vera til taks, tá tørvur er á okkum, skulu vit gera gerandisdagin hjá kundum okkara lættari, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Íløga í framtíðina

BankNordik fekk nógvar nýggjar kundar í 2015, og við nýggju tiltøkunum leggur bankin seg eftir at verða fremsta val hjá enn fleiri kundum. Bankin fer m.a. at gera íløgur í talgildar loysnir, ið gera tað lættari og smidligari at avgreiða síni bankaviðurskifti.

– Tað er ein sannroynd, at alsamt færri kundar hava tørv á kassaavgreiðslu í bankanum, og tí hava vit seinastu árini tillagað virksemið í samsvari við broytta tørvin. Harafturímóti økist tørvurin á smidligum loysnum. Kundar okkara hava av álvara tikið netbanka og netbanka á snildfon til sín, og í framtíðini skulu vit í enn størri mun møta kundunum har, ið teir vilja møta okkum, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri.

Savna førleikar í størri eindir

Bygnaðarbroytingarnar bera við sær, at fyrisitingarligu størvini verða færri, meðan starvsfólk í kundavendum deildum gerast fleiri í tali. Fýra deildir í Danmark verða lagdar saman til tvær størri deildir, og smærri fyrisitingarligar eindir verða skipaðar í størri og sterkari eindir, ið betri kunnu stuðla undir at veita kundunum eina skjóta og góða tænastu. Umleið 15 nýggj størv verða sett á stovn í Føroyum, og samanlagt hækkar starvsfólkatalið í bankanum við 6 starvsfólkum.

Kelda: BankNordik 19-01-2016 Mynd BankNordik í DK – 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.