Home Fólk & SamfelagPolitikkur Føroyar og USA styrkja samstarvið

Føroyar og USA styrkja samstarvið

by OML

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu viðurskiftini millum londini og umrøddu, hvussu samstarvið millum USA og Føroyar kann styrkjast.

Semja var um at skipa ein samstarvskarm, sum eftir ætlan verður staðfestur í einum semjuskjali millum landsstýrið og amerikonsku stjórnina. Eisini ein føroysk sendistovu í Washington var til umrøðu.

“Fundurin í dag var eitt stórt fet á drúgvu leiðini at styrkja um samstarvið millum USA og Føroyar. Vit hava nógv áhugamál til felags, ikki minst trygdina í tí heimi, vit eru ein partur av. Eitt styrkt samstarv við USA er við til at økja um møguleikarnar innan vinnulív, handil, útbúgving, gransking, orku, list, mentan og mong onnur øki,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Arktis var eisini fyri á fundinum og Jenis av Rana legði dent á týdningin av at samstarva fyri at menna nýggja møguleikar og at verja umhvørvið í Arktis.

Jenis av Rana hevði fund við Mike Pompeo saman við donsku og grønlendsku starvsbrøðrum sínum, Jeppe Kofod og Steen Lynge, í sambandi við, at amerikanski uttanríkisráðharrin vitjar í Keypmannahavn.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.