Home Fólk & Samfelag Viðvíkjandi støðuni í Spania og á Kanarisku oyggjunum

Viðvíkjandi støðuni í Spania og á Kanarisku oyggjunum

by OML

Spanska stjórnin kunngjørdi í gjárkvøldi, at neyðstøða nú er galdandi um alt landið, eisini á Kanarisku oyggjunum, har fleiri føroyingar eru. Neyðstøðan inniber millum annað stórar avmarkingar á ferðafrælsið í landinum. Frá í morgin, mánadegnum, skulu allir borgarar vera inni. Forboð er ímóti tiltøkum og samkomum; bara handlar og stovnar sum selja neyðsynjarvørur sleppa at hava opið.

Viðvíkjandi støðuni í Spania og á Kanarisku oyggjunum

Føroyskir/danskir ríkisborgarar í Spania kunnu kortini fara av tilhaldsstaði sínum, um hesir skulu ferðast heim, men eiga annars at fylgja galdandi myndugleikakrøvum. Almennar flutningstænastur verða skerdar, men virka framvegis. Sostatt ber til at ferðast úr Spania og av Kanarisku oyggjunum, treytað av, at flogfelagið, fólk hava bílagt ferð við, flýgur.

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, til at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +298 34 10 00 og, tey við SAS beinleiðis til flogfelagið á +45 70 102 000. Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni +298 30 40 20.

Hevur tú spurningar um sóttarhald ella onnur heilsufaklig viðurskifti, eru upplýsingar at finna á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Hevur tú sjúkueyðkenni, eigur tú at ringja til læknavaktina á 1870.

Viðvíkjandi ferðing uttanlands annars, verður víst til ferðaleiðbeiningina.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.