Home Fólk & SamfelagPolitikkur Stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum viðgjørt støðuna í Arktis

Stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum viðgjørt støðuna í Arktis

by OML

Stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark og Grønlandi hava umrøtt ymisk viðurskifti í ríkisfelagsskapinum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, brúktu rúma tíð at viðgera uttanríkispolitikk og støðuna í Arktis. Fundurin var í danska forsætismálaráðnum í Keypmannahavn.

Um fundin sigur løgmaður:

Ríkisfelagsskapurin er ein týðandi felagsskapur í Arktis. Okkara strategiska staðseting mitt í Norðuratlantshavi gevur Føroyum nýggjar møguleikar. Men tað gevur okkum eisini stórar avbjóðingar og ábyrgd. Hetta krevur, at vit eru umhugsin og samskifta væl fyri at tryggja, at møguleikarnir verða gagnnýttir á bestan hátt.

Eftir fundin sigur danski forsætisráðharrin:

Økti áhugin hjá stórveldunum fyri Arktis gevur samstarvinum í ríkisfelagsskapinum eina nýggja dimensjón. Økti áhugin frá stórveldunum hevur við sær, at vit styrkja samskifti og at Danmark, Grønland og Føroyar fara at arbeiða meira upp á tvørs. Á fundinum í dag hava við millum annað umrøtt uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk.

Eftir fundin sigur grønlendski landsstýrisformaðurin:

Tað var ein góður og opin fundur. Vit eru tilvitað um, at grønlendska staðsetingin í Arktis og Norðuratlantshavi gevur okkum ein meira týðandi leiklut í stórpolitisku myndini. Av teirri orsøk er tað sera týdningarmikið, at grønlendska landsstýrið fær eina veruliga ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar í ríkisfelagsskapinum um Grønland og Arktis.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.