Home Fólk & Samfelag 91 grundstykkir á Fossum

91 grundstykkir á Fossum

by OML

Klaksvíkar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina nýggja útstykking á Fossum í Klaksvík. Arbeiðið hevur drigið nakað út, men nú er klárt at bjóða arbeiðið út til høvuðsarbeiðstøku.

Í gjár undirskrivaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið. Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast um, at arbeiðið nú kann fara í gongd, tí áhugin fyri hesari útstykkingini hevur verið sera stórur. Hendan verkætlanin ger, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi kann vaksa, og tað gleðist eg um, sigur Kristian Eli.

Í fyrsta byggistiginum verða 19 grundstykkir til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 24 grundstykkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykkir til raðhús.

– Øll grundøkini verða gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.
Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara, men roknað verður við, at fyrstu grundstykkini longu verða klár at útluta í juni 2020.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.