Home VinnutíðindiFiskivinna Føroyska atgongdin til at veiða svartkjaft í ES sjógvi hækkar munandi

Føroyska atgongdin til at veiða svartkjaft í ES sjógvi hækkar munandi

by OML

Føroyar og ES hava í dag gjørt semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2020, har kvotabýtini í tonsum verða varðveitt óbroytt. Samráðingarnar fóru fram í Tórshavn í dag og í gjár.

Hinvegin verða stórar broytingar framdar í atgongd fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel.

Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða svartkjaft í ES sjógvi hækkar við 15.000 tonsum, úr 22.500 tonsum upp í 37.500 tons, sum er ein øking á umleið 67 prosent.

Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða norðhavssild í ES sjógvi hækkar við 2.500 tonsum, úr 4.500 tonsum upp í 7.000 tons.

Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða makrel í ES sjógvi hækkar við 10.166 tonsum, úr 24.690 tonsum upp í 34.856 tons.

Við samráðingarlok vóru Føroyar og ES eisini samd um at fara undir eina tilgongd at nútíðargera sínámillum samstarvið um fiskirættindi.

Mynd: Fabrizio Donatella, ES samráðingarleiðari og Herluf Sigvaldsson, formaður og føroyskur samráðingarleiðari

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.