Home Fólk & Samfelag Í sambandi við at nátatíðin byrjar, vil Heilsufrøðiliga starvsstovan taka upp aftur áminningina um fyribyrging av nátasjúku.

Í sambandi við at nátatíðin byrjar, vil Heilsufrøðiliga starvsstovan taka upp aftur áminningina um fyribyrging av nátasjúku.

by OML

Nátar í síggja sjúkir, rak og ússaligir út eiga ikki at verða tiknir. Hetta sigur Heilsufrøgiliga Starvsstovan í kunningarskrivi.

Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.

Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best um nátin verður skáldaður. Verða nátar royttir eigur at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá roytt verður.

Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.

Náti, ið er íligin, t.v.s saltaður, smittar ikki.

náti.JPG

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri áleið 39º C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.

Viðvíkjandi sølu av náta, mælur Heilsufrøðiliga starvstovan til, at teir skulu verða skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, er at seta seg í.s.v. Birnu Mørkøre, landsdjóralækna.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.