24.FO
Home Fólk & Samfelag Vatnskutaraforboð

Vatnskutaraforboð

Tað er ikki loyvt at sigla nærri enn 500 m úr landi við vatnskutara í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. august

Nú Ovastevnan og regatta nærkast, ynskir politiið at gera vart við, at tað ikki er loyvt at sigla við vatnskutara nærri enn 500 m. úr landi kring Nólsoy, Skúvoy og Mykines í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. august.

Mynd Føroya Politi

Heldur ikki er loyvt, at sigla við vanligum/skjóttgangandi báti skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 m. úr landi, á nærri tilskilaðum økjum, sonevnd ramsarøkjum, kring hesar somu oyggjar.

Hetta er staðfest í kunngerð nr. 144 frá 7. november 2017 um sigling kring Ramsaroyggjarnar, Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Á Ovastevnuni og regatta fer politibáturin Óðin at vera tilstaðar, og millum annað verður uppgávan hjá politimanningini á Óðin, at hondhevja Ramsar-kunngerðina.

- Advertisment -

Most Popular

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Seneste kommentarer