Home Fólk & Samfelag Politikkur Nú má samgongan vakna - hvussu nógv skal skerjast í fiskidøgum?

Nú má samgongan vakna – hvussu nógv skal skerjast í fiskidøgum?

Edva Jacobsen

Skulu skip og bátar ikki fiska, nú fiskur er at fáa? Latið sunna fornuft ráða. Hetta skrivar Edva Jacobsen.

Botnfiskaflotin, íroknað útróðrarflotin, er spakuliga niðurpíndur við skerdum fiskidøgum – at enda fer hesin flotin at liggja við bryggju uttan tilverugrundarlag.

Dagatalið støðugt minkað frá 1996 til 2017

Fiskidagatalið er farið frá 49.036 døgum í 1996/1997 til 20.259 í fiskiárinum 2016/2017.  Ein minking á góð 58% (meira einn 28.000 dagar í alt), sí talvuna niðanfyri:

 

Fiskidagatal                           1996/1997                   2016/2017       minking í %

Bólkur 2                                   8.225                           5.985               27,2 %

Bólkur 3                                   3.040                           2029                33,3 %

Bólkur 4a                                 5.600                           859                  84,7%

Bólkur 4b                                 3.410                           1329                61,%

Bólkur 4t(2005)                       1761                            1.178               33,2%

Bólkur 5                                   27.000                         8.879               67,1% 

Samanlagt                              49.036                         20.259             58,7%

 

Sama tíðarskeið hava flokkar, serliga Tjóðveldi, barst fyri at minka dagarnar enn meira enn tølini omanfyri vísa.

Tá Tjóðveldi hevur fiskimálaráðharran síggja vit størstu ynski um niðurskurð

2 dømi eru um hettar niðanfyri:

Í 2008 vildi Tjóðveldi saman við CHE samgonguni minka dagarnir í bólki 3,4 og 5 við 50% – hetta endaði við einum niðurskurði á 10%.

Tíbetur fekst  ikki meiriluti fyri niðurskurði á 50% tá atkvøtt bleiv.

Í 2016 vildi Tjóðveldi saman við núverandi samgongu aftur hava ein stóran niðurskurð í døgum, serliga fyri bólk 3, 4 og 5. Bólkur 3 og 4  skuldu skerjast við heili 30 % og bólkur 5 við 15%. Ein roynd bleiv gjørd  ístaðin at gera eina skerjing á 5% fyri allar bólkar, men tann broytingin fall. Fyri at minka um skaðan bleiv ein niðurskurðurin ístaðin uppá 15% til bólk 3 og 4 og 10 % til bólk 5 (hettar er eftir mínari meining alt ov nógv).

Henda gongdin vísir, hvussu óvirðuligt okkara høðusvinna er viðfarin.

Hendan ógvusliga skerjing í dagatali kann ikki halda fram

Um ikki okkurt munagott verður gjørt, so steðgar allur botnfiskaflotin upp, beinleiðis ella óbeinleiðis, grundað á ov fáar dagar. Fiskibólkarnir hava  ilt við at klára eitt heilt fiskiár.

Tá Samgongan í 2012, sum eg var ein partur av, samtykti óbroytt dagatal til fiskiárið 2012/2013, eftir tilmæli frá Fiskidaganevndini, atkvøddi Tjóðveldi ímóti.

Tíbetur bleiv tað tó meiriluti fyri hesum uppskoti.

Eiga at skapa møguleikar heldur enn forðingar

Lati okkum heldur gera alt fyri at skapa botnfiskaflotanum enn betri karmar. Vit skulu vera við til at skapa møguleikar og ikki forðingar fyri  teirri vinnu, sum í øldir hevur átt lívið í føroyingum og skapt grundarlag fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.

Persónliga vil eg, um eg fái møguleikan aftur, arbeiða miðvíst fyri at okkara høvuðsvinna fær enn betur karmar at virka undir, til gagn fyri land og fólk.

Edva Jacobsen

valevni til løgtingið hjá Sambandsflokkinum

- Advertisment -

Most Popular

Takið uppsøgnirnar aftur:

Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra? Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at...

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í...

31. mai Altjóða roykfríur dagur

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan "Kom og legg av". Fólkaheilsuráðið Filmur Í sambandi við Altjóða...

Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa stuðul

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú í Løgtingið við einum hjálparpakka til ferðavinnuna.   Samstundis er greitt, at tann 15. juni ber aftur til at...

Seneste kommentarer