24.FO
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Tilmæli um umsitingarætlan fyri fiskidagaskipanina handað landsstýrismanninum

Tilmæli um umsitingarætlan fyri fiskidagaskipanina handað landsstýrismanninum

kelda:fisk.fo

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur fingið frágreiðing frá einum arbeiðsbólki, sum mælir til, at fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi verður skipaður í eini fiskidagaskipan, sum verður fyrisitin eftir tí umsitingarætlan, sum arbeiðsbólkurin eisini hevur gjørt uppskot um.

Umsitingarætlanin leggur upp til, at ein fastur leistur er fyri, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Alt eftir, hvussu fiskastovnarnir eru fyri, og hvussu nógv vit fiska í mun til stovnin, kann dagatalið hækka við fimm prosentum, lækka við fimm prosentum ella halda fram óbroytt.

Eftir uppskotinum er tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð ásetir fiskidagatal við støði í umsitingarætlanini og eftir at hava ráðført seg við eini nevnd umboðandi allar skipabólkar og veiðihættir, umframt fólki frá Havstovuni og Vørn.

Í arbeiðsbólkinum hava verið fólk frá fiskivinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum.

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum kann lesast her.

Previous articlePosta lýst til sølu
Next articleMoralska kumpassin
- Advertisment -

Most Popular

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Politiet standser efterforskningen af mulig skattesvig i PF Betri

Færøernes Politi standser efterforskningen af mulig skattesvig i P/F Betri (tidligere EIK Banki) Færøernes Politi har i dag besluttet at standse efterforskningen i sagen mod...

Seneste kommentarer